Neyðugt at leggja øki burturav til snellu

Skal snellubátunum verða lív lagað, verður tað neyðugt at øki verða sett av til snelluna burturav at royna á.

Sum støðan er, fær snellan ikki frið at royna fyri línubátunum.

Vit vita, at har sum línan hevur verið, ber ikki til at fiska við snellu í minst eina viku aftaná

Skal snellubátunum verða lív lagað, verður tað neyðugt at øki verða sett av til snelluna burturav at royna á.

Sum støðan er, fær snellan ikki frið at royna fyri línubátunum.

Vit vita, at har sum línan hevur verið, ber ikki til at fiska við snellu í minst eina viku aftaná

Tað er ikki langt síðani, at vit vóru á eini leið eystanfyri, har línubátarnir høvdu verið, men vit fingu bara fýra fiskar allan dagin.

Tí er tað neyðugt, at vit fáa sett nøkur øki av, sum bara snellan kann fiska á.

Eg meini eisini, at snellan skuldi havt eitt øki á Føroya Banka, sum bara hon slapp at fiska á

Allir aðrir reiðskapir eru skildir sundur, bara ikki línan og snellan.

Eg haldi eisini, at snellubátarnir skuldu fingið íløgustuðulin aftur, tí eitt snelluloyvi er onki vert, um skal snellan skal fiska saman við línuni.

Hesi seinastu árini hevur torrafiskurin bjarga snelluni, men í ár hevur eisini verið eiðasørt við torrafiski.

Eisini Frøyanes er ein avleiðing av, at snellan hevur so ringar umstøður. Tí hevði snellan havt betri møguleikar, høvdu menninir aldrin farið í holt við Froyanes-ætlanina.

Eg ivist heldur ikki í, at tað er bankatoskurin, teir eru úti eftir. Tí mugu vit fáa øki á Bankanum, sum línan ikki sleppur at royna á.

Tað, at snellan hevur so ringar umstøður, er ikki bara tí at snellan ikki hevur øki fyri seg sjálva at fiska á.

Hetta er eisini ein avleiðing av, at fiskidagaskipanin er sett í verk.

Fiskidagaskipanin fullkomiliga oyðdrepur stovnarnir. Tá var kvotaskipanin frægari, tí tá ið hon var í gildi, fingu vit 180 tons, men nú drepa vit ikki livandi. Heldur ikki um várið hava vit dripið livandi.

Og nú fiskidagaskipanin er í gildi, verður tað kanska ikki nógv ár, áðrenn stovnarnir eru niðri á 0.

Í kvotaskipanini skuldi hvør bátur havt eitt ávíst tonsatal. Tí tað hevði gjørt tað alsamt rúmligari á grunninum, so hvørt sum bátarnir blivu lidnir við sína kvotu.

Tað kundi eisini verið so at bátarnir sluppu at fiska fyri eitt ávíst virði, og so skuldu teir givist.

Høvdu vit fýra mans á okkara báti, kunnað fiska fyri einar 2 milliónir, var tað ein ársinntøka.

So hevði tað verið javnari býtt millum skipini. Nú er tað næstan frítt og at tann vinnur, sum sterkastur er.

Tað er heldur ikki rætt, at tað er ein samd vinna, sum mælir til kvotaskipanina, tað eru nakrir fáir, teir sum sterkastir eru.