Óneyðugt at leggja mær orð í munnin

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður

Tað er eingin loyna, at málið um Mvg av Skrásetingargjaldinum av bilum, keypt í tíðarskeiðnum frá 1999 til 2005, fyri allar partar er eitt sera óheppið mál. Tí eiga vit eisini av virðing fyri hvørjum øðrum at gera greitt, at talan als ikki hevur verið um, at TAKS hevur havt tað í kvittanini at snýta nakrar av landsins borgarum.
Tí hevur Leo Poulsen, blaðmaður á Sosialinum heldur onga grund til at leggja mær orð í munnin og geva mær meiningar, sum eg ongastaðni havi givið til kennar. Hann hevur skrivað stuttan greinastubba eftir prátið, eg hevði við Rás 2 í gjár um nevnda mál. Ikki tí, Leo Poulsen stendur ikki einsamallur í hesum máli, tí leiðarin í sama blaði tekur so dyggiliga undir við honum. Tí henda stutta rættleiðing:
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum havi eg eftirlitsmyndugleika við TAKS. Hetta eftirlit snýr seg millum annað eisini um, at allar rættarreglur verða hildnar.
Løgfrøðiligi ivaspurningurin um MVG av skrásetingargjaldi er í løtuni í rættarskipanini. TAKS hevur sum øll onnur rættin at royna eitt ivamál í rættinum. Føroya Rættur hevur gjørt úrskurð, og TAKS hevur sjálvt myndugleikan at avgera, um málið skal skjótast inn fyri hægri rætt.
Sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum havi eg fult álit á, at TAKS fylgir teimum avgerðum, sum rættarskipanin endaliga kemur til.
Góður siður er annars, at vit ikki leggja okkum ov nógv út í mál, sum enn eru í rættarskipanini. Og eitt mál er enn í rættarskipanini, so leingi báðir partar ikki hava staðfest, at málið er endaligt.