Framsøgukvinnan fyri Tjóðveldi, Bjørt Samúelsen, segði, at nógvar broytingar til tað betra í samfelagnum, kunnu gerast uttan pengar, men krevja meira dirvi.
Hon segði, at nógvir pengar eru í samfelagnum, so ofta skal dirvi til at bróta úr nýggjum. Hon helt eisini at landsstýrið og samgongan vísa stóra ábyrgd í hesum uppskotinum til fíggjarlóg.
Tey hava boðað frá at 80 prosent av yvirskotinum verður brúkt til at niðurgjalda skuld og restin fer so í Búskapargrunnin.