Samgongan hevur givið sær sjálvum tvær vikur afturat
Løgmaður fær nú betri stundir, tá ið hann skal útskriva val.
Løgtingsval skal eftir vera 19. januar og eftir skipanini, sum hevur verið galdandi, skuldi løgmaður sostatt havt útskriva valið longu 8.desember, tí freistin hevur verið seks vikur.
Eftir siðvenju skuldi alt vanligt lógarsmíð hildið uppat tá.
Men nú hevur løgtingið samtykt at stytta freistina niður í fýra vikur. Sostatt er ikki neyðugt hjá løgmanni at útskriva val fyrrenn 22. desember.
Men sostatt hevur Løgtingið og serliga samgongan, útvegað sær arbeiðsfrið í 14 dagar afturat.
Samstundis hevur Løgtingið eisini samtykt, at ein flokkur, sum fær minni enn 4% av atkvøðunum, skal ikki fáa umboð á tingi.
Fyri at tryggja eitt loyniligt val, er tað eisini samtykt, at onki valstað skal hava færri enn 10 veljarar.
Harafturat hevur Løgtingið áður samtykt, at hereftir skulu 33 umboð veljast á ting, nú eru tey 32.
Sum tað sæst longur afturi á Portalinum, var orðaskiftið um málið rættiliga hvast. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum helt, at hetta minti mest um eina bananrepublikk, har samgongan ikki fýrdi fyri at traðka fólkaræðið undir fót fyri at longja sína egnu stjórnartíð í tvær vikur.
Samgongan svaraði aftur, at trupulleikin hjá Tjóðveldinum var, at hann ræddist tankan um, at samgongan var arbeiðsfør og at hon skuldi fáa tvær vikur aftur.
Tveir sakførarar, sum Portalurin tosaði við fyrr í dag, eru ikki samdir í, at fólkaræðið varð traðka undir fót, men teir hildu kortini, at framferðin hjá samgonguni var ódámlig