-Eitt hópmorð ímóti fólki okkara, segði ein illur Yasser Arafat.
-Sorry, men vit eru í kríggi, og hetta var neyðugt, segði ísraelski varaverjumálaráðharrin Weizman Shiri, sum tó harmaðist um, at sivilir palestinar høvdi latið lív í álopinum.
Víðgongdi palestinski felagsskapurin Hamaz var hvassari í sínum orðavali.
-Allir ísraelsmenn eru drápsmenn. Ikki ein einasti teirra er ósekur, segði ein talsmaður hjá felagsskapinum aftan á álopið. Hamaz hevur longu skýrt dagin "tann blóðuga mánadagin".
Ísraelski verjumálaráðharrin, Benyamin Ben-Eliezer, vardi álopið við at siga, at teir flestu palestinararnir, sum doyðu í álopinum á Khan Younis, vóru vápnaðir stríðsmenn. Men amerikanska stjórnin sýtti fyri at góðtaka ta frágreiðingina.
-Ísrael hevur rætt til sjálvverju, men ísraelsmenn eiga at hugsa seg væl um, tí tílíkt kann fáa avleiðingar. Teir eiga tí at gera tað, sum gerast kann fyri at forða fyri, at ósek fólk doyggja, segði ein talsmaður hjá amerikanska trygdarráðnum.
Eisini amerikanska uttanríkisráðið fanst at álopinum.
-USA væntar, at Ísrael alt fyri eitt tekur neyðug stig, so tílíkt ikki hendir aftur, segði talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Richard Boucher.