Føroyar taka lut í samráðingum, hvørs endamál er at áseta altjóða reglur fyri veiði eftir uppisjóvarfiski Nú føroysk skip eru farin at royna eftir rossamakreli í altjóða øki út fyri Chile, hevur tað alstóran týdning, at Føroyar hava ein virknan leiklut við at samráðast og samstarva um grundarlagið og treytir fyri, hvussu fiskiskapur í altjóða sjógvi har suðuri formliga verður skipaður í framtíðini. Hetta við at stovna nýggjan økisfelagsskap ? SPRFMO ? South Pacigfic Regional Fisheries Management Organisation.
Umboð frá Fiskimálaráðnum fara í næstu viku á samráðingarfund í Renaca, Chile (nakað norðanfyri Santiago). Hesin fundurin er triðja samráðingarumfarið, eftir at Ný Sæland, Australia og Chile í februar 2006 tóku stig til at kalla saman til samráðingar um at skipa fiskiskap í altjóða sjógvi. Annar fundurin varð hildin í november 2006. Umframt strandarlondini kring Suðurkyrrahavið luttaka eisini m.a. ES, Kanada, USA, Japan, Russland, Kina og Korea í samráðingunum. Ætlanin við nýggja felagsskapinum er at skipa fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir uppsjóvar fiskastovnum m.a. makreli, umframt djúphavsfiskasløgum sum búrfiski og tannfiski.
Í sambandi við føroysku luttøkuna á fundinum í næstu viku verður høvið eisini nýtt at tosa við fiskivinnumyndugleikarnar í Chile um sínámillum samstarv, harímillum møguleikar hjá føroyskum skipum at landa og umlasta í Chile.