Neyðugt við búskapartiltøkum í Danmark

Seinasta hálva árið eru 32.000 arbeiðspláss horvin í Danmark, og búskaparfrøðingar mæla nú stjórnini til at seta tiltøk í verk fyri at tálma skeivu gongdini

Danmark
Árni Joensen:

Donsku búskaparfrøðingarnir eru á einum máli um, at tað er afturgongdin í altjóða búskapinum, sum er farin at seta síni sjónligu spor í Danmark. Tað fyrsta tekinið kom í einari uppgerð frá donsku hagstovuni, sum fyrradagin kunngjørdi, at seinastu seks mánaðarnar eru 32.000 arbeiðspláss horvin á arbeiðsmarknaðinum. Sagt verður, at gongdin minnir um kreppuna tíðliga í nítiárunum og tað, sum hendi aftan á búskaparkreppuna í Asia í 1997.
Hetta hevur fingið búskaparfrøðingar at mæla stjórnini til at seta tiltøk í verk fyri at tálma skeivu gongdini. Í vinnuráðnum hjá danska arbeiðsgevarafelagnum sigur Thomas V. Pedersen, búskaparfrøðingur, at stjórnin eigur at framskunda tíggju ára íløguætlanina. Í Nordea-bankanum sigur búskaparfrøðingurin Johnny Bo Jakobsen, at verða tiltøk ikki sett í verk, fer ætlanin hjá stjórnini at gjalda uttanlandsskuldina niður fyri bakka. Hann heldur tað vera minst líka týdningarmikið at skunda undir ferðina í búskapinum sum at gjalda skuldina niður.
Stjórnin hevur boðað frá, at hon umhugsar skattalætta fyri einar átta milliardir krónur, men sambært Nordea-bankanum er tað alt ov lítið. Við Politiken sigur Johnny Bo Jakobsen, at tað er neyðugt við umleið 12 milliardum krónum afturat teimum átta, sum stjórnin ætlar.
Men Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri er ikki samdur við búskaparfrøðingunum. Hann sigur, at tað eru framvegis tekin um framburð í danska búskapinum.