Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ásannar, at landsstýrið hevur órógvað arbeiðið hjá Løgtinginum, men hann vil eisini hava Løgtingið at fremja broytingar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur nú svarað brævinum, sum Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sendi honum, har formaðurin kærdi seg um, at landsstýrið hevur órógvað løgtingsarbeiðið meiri, enn gott er.
Í svarinum ásannar løgmaður, at landsstýrið í fleiri førum hevur hildið tað
vera neyðugt at viðgera løgtingsmál við fráviki frá tingskipanini, og at tað hevur órógvað tingarbeiðið. Hann vísir tó á, at tað skerst hinvegin ikki burtur, at politiska støðan í landsstýrinum hevur verið heldur óvanlig í seinastuni, har
fleiri løgfrøðilig skundmál hava verið á skránni, umframt at landsstýrið de facto hevur havt eina nýggja viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009, hóast uppskot varð latið tinginum fyri 1. oktober uttan nakað fyrireikingararbeiði yvirhøvur.
Kaj Leo Johannesen sigur seg vera sinnaðan at fáa betri samband og betri samskifti millum Løgtingið og landsstýrið. Men tað er ikki bara landsstýrið, sum skal fremja ábøtur, tí eftir hansara tykki eiga ávís viðurskiftií Løgtinginum at verða skipað nógv betur, soleiðis at landsstýrið eisini fær lagt sítt arbeiðið betri til rættis.
At enda bjóðar løgmaður løgtingsformanninum á løgmansskrivstovuna at tosa um viðurskiftini.