Í blaðnum í gjár skjeyt Poul Mohr upp at nevna nýggja havnarlagið uttan fyri molan fyri Skansabryggjan. Hetta tí, at bryggjan liggur á Skansaboðunum. Hann var troyttur av at hoyra havnarfólk nevna hetta »Nyhavn« - og ikki minst at lesa hetta á prenti.
Eisini Finnur Johansen, fyrrverandi býráðslimur í Havn, er samdur við Poul Mohr.
? Eg havi fyri mongum árum síðani heitt á býarmyndugleikarnar um at geva hasum havnarlagnum eitt navn - tí tað er einasti máti at sleppa undan, at tað fær eitt eyknevni, so sum Nyhavn, sigur Finnur Johansen.
Hann vísir á ymsu minni hepnu heitini, sum býarpartar í Havn hava fingið, so sum Kardomummubýur, Snophill, Peterhead o. s. fr.
? Um býarpartar og øki fáa nøvn beinanvegin slepst undan slíkum, sigur Finnur Johansen, sum sjálvur hevur skotið upp at nevna nýggja havnarlagið Skansaboða.
? Men navnið Skansabryggjan er eisini gott, sigur hann, og vónar, at fólk og myndugleikar kunnu taka nýggja navnið til sín.