Neyðugt við sterkum høvuðsstaði

- Høvuðpsstaðurin skal verða við til at menna útjaðaran, og tí er neyðugt við einum sterkum høvuðsstaði, segði Heðin Zachariasen á landsfundi Fólkafloksins. Ein av teimum, ið tók undir við atfinningunum móti formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, eftir at Poul Michelsen tók seg úr flokkinum, var Heðin Zachariasen. Hann tók eisini orðið á landsfundi floksins í Virkinum á Sandi leygardagin.

Mottoið tykist vera, at øll skulu hava tað líka ringt. Tað eigur jú at vera, at øll skulu havaq tað líka gott, og fyri at náa tí er neyðugt, at vit hava ein sterkan høvuðsstað, sum kann verða við til at menna útjaðaran í Føroyum, segði Heðin Zachariasen.

Hann vísti aftur áheitanini hjá Jógvan Mørkøre um at leggja málið um kommunusamanlegging í skuffuna.

Einki mál eigur at liggja í skuffuni. Tey skulu øll upp á borðið og fáa ta viðgerð, tey hava uppiborið, segði Heðin Zachariasen.

Hann segði, at fíggjarligt frælsi er grundarsteinurin undir øllum øðrum frælsi, bæði persónligt og handilsligt.

Vit kenna øll hetta, at fara inn í ein banka at lána pening. Har mást tú góðtaka treytirnar, ella fara. Fíggjarligt frælsi verður javnan undirmett, men har mugu fríu kreftirnar taka um endan. Vit mugu skapa karmar fyri vinnulívið, so øll sleppa framat, segði Heðin Zachariasen.

Hann segði, at har sum menningin fer fram, er har, sum nærdemokratiið virkar, og tí er neyðugt við einum sterkum høvuðsstaði, sum kann verða við til at menna alt landið.