Tað ber til at steðga fráflytingini frá útoyggjunum, men tað krevur umfatandi broytingar á fleiri grundleggjandi økjum.
Hetta er niðurstøðan hjá útoyggjanevndini, sum í gjár handaði løgmanni álitið, sum nevndin hevur arbeitt við seinasta árið.
- Skal málið um at steðga fráflytingini frá útoyggjum náast, mugu fólk og politikarar arbeiða í felag fyri at røkka málinum, sigur útoyggjanevndin í álitinum.
Útoyggjanevndin kemur við ítøkiligum uppskotum um, hvat kann gerast fyri at venda skeivu gongdini hjá útoyggjunum, og talan er uppskot av ymsum slagi - bæði vinnuligum, mentanarligum og heilsuligum.
Ikki raðfestar nóg høgt
Útoyggjanevndin staðfestir í sínum áliti, at útoyggjarnar hava ikki somu umstøður sum aðrir partar av landinum.
Útoyggjarnar høvdu ein avgerandi leiklut í menningini av Føroyum frá einum steinrunnum bóndasamfelagi til eitt ríkt, framkomið vinnu- og vitanarsamfelag.
- Men prísin fyri ta skjótu og umfatandi broytingina av samfelagnum hava bygdirnar og útoyggjarnar í Føroyum goldið. Tær eru avskornar frá at fáa lut í vøkstrinum, sum tær sjálvar løgdu lunnar undir fyri skjótt 200 árum síðani, sigur útoyggjanevndini í áliti sínum.
- Politiskt hava útoyggjarnar ikki verið raðfestar nóg høgt. Tey tiltøk, ið eru gjørd, hava oftast verið støk tiltøk heldur enn partur av miðvísum og samskipaðum útjaðarapolitikki.
Útoyggjarnar eru í dag á sama stigi sum fyri 200 árum síðani, tá tað ræður um fólkatalið, men fyri 200 árum síðani var bygdasamfelagið ein væl skipað fíggjarlig, sosial og mentanarlig eind, ið megnaði at endurnýggja seg sjálva. Í dag eru tað almennir stovnar á meginøkinum og kommunurnar, sum skulu tryggja eitt hóskandi tænastustøði, men tað hevur ikki eydnast til fulnar, sigur útoyggjanevndin.
- At tað hevur eydnast at halda lív í smáplássunum er teirra innaru styrki at takka.
Stórar íløgur í samferðslu
Útoyggjanevndin vísir á fleiri øki, har broytingar eru neyðugar, skulu umstøðurnar hjá útoyggjunum betrast. Samferðslan hevur stóran týdning, og her er alneyðugt við broytingum, tá talan eru um ferðsambandið til og frá oyggjunum.
- Skipini eru ikki tíðarhóskandi, og tað er ov langt millum túrarnar. Somuleiðis verður hildið, at tyrlan flýgur ov fáar túrar. Farmaflutningurin er heldur ikki nøktandi á flestu farleiðum, skrivar útoyggjanevndin í áliti sínum.
Tá talan er um vegir, tunnlar og lendingar eru ábøtur gjørdar og útbyggingar framdar á flestu oyggjum tey seinnu árini. Hetta hevur gjørt, at nógvastaðni eru góðir vegir í og millum bygdir.
- Men enn er langt eftir á mál. Skulu vegakervið, lendingar og tunlar kunna nøkta tørvin á einum øktum, útbygdum og nýtímansgjørdum ferðasambandi, er neyðugt at styrkja hendan partin samsvarandi, sigur útoyggjanevndin.
Ítróttarhøll á hvørjari smáoyggj
Bert 14 prosent av úrtøkuni hjá íbúgvum á útoyggj stava frá jarðarbrúki. Hetta kemst av, at tilfeingið á teimum ymsu plássunum verður ikki nýtt til fulnar, heldur útoyggjanevndin.
- Orsøkirnar eru bæði at finna í umstøðunum fyri jarðarbrúki á útoyggj, í vantandi landbúnaðarlóggávu og ikki minst í avskeplaðum jarðarviðurskiftum. Í løtuni stendur valið ímillum at fjálga um eitt frítíðarítriv og eina búseting.
Útoyggjanevndin leggur tó dent á, at møguleiki skal verða fyri at menna aðrar vinnugreinar enn landbúnað. Skulu hjún flyta til smáu oyggjarnar, má dentur leggjast á, at arbeiðspláss eisini eru til konufólkini.
- Smáídnaður, smoltaling, KT-vinnutiltøk og fjararbeiði eru vinnur, ið kunnu setast á stovn á útoyggj, heldur útoyggjanevndin.
Neyðugt er eisini við mentanarligum tiltøkum, og tí leggur útoyggjanevndin upp til, at lítil ítróttarhøll, bygdarhús og skipað barna- og ungdómstiltøk skulu vera í øllum teimum smáu oyggjunum.
Betri heilsutænastu
Á heilsuøkinum eru stórir veikleikar í verandi skipan. Heilsutænastan í Føroyum er ikki nóg væl skipað, og allir borgarar fáa ikki somu tænastu. Útoyggjanevndin heldur, at umráðandi er at samskipa allar heilsutænastur innan nýtmótans karmar, til dømis á einum heilsudepli.
- Útoyggjaborgarin má fáa eins góða tænastu sum tey á meginøkinum. Harvið upplivir hann ikki, at vælferðarsamfelagið bara er fyri tey, sum flyta av oynni, sigur útoyggjanevndin.
Nevndin mælir til, at ein stovnur ella eitt starv sum útoyggjaumboð verður sett á stovn. Uppgávan hjá umboðnum skal verða at virka fyri, at politiskir málsetningar um útoyggjamenning verða útintir í verki.