Neyðugt við ymiskum treytum

Meðan løntakarar gjalda hvørt oyrað til barsilsskipanina, samstundis sum teir fáa løn, hava arbeiðsgevarar longri freist at syrgja fyri sínum gjaldi. Soleiðis er neyðugt at hava skipanina, sigur aðalstjórin í Fíggjarmálastýrinum

 

Fríggjadagin gjørdi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum av, at arbeiðsgevarar skulu hava longri freist at gjalda til barsilsskipanina, og teir skulu ikki órógvast av smáum gjøldum og høbgum avgreiðslugjaldi.

Hendan skipan er tó ikki galdandi fyri vanliga løntakaran, sum skal gjalda hvørt oyrað til skipanina, samstundis sum hann fær løn.

Aðalstjórin í Fíggjarmálastýrinum sigur, at tað er neyðugt at geva arbeiðsgevarum valmøguleikan millum eina automatiska gjaldsskipan og at fáa rokning.

? Tað ber ikki til at fara inn á eina konto hjá arbeiðsgevarunum eftir gjaldinum, og tí mugu teir sjálvbodnir fáa eina automatiska gjaldsskipan í lag. Tá talan er um vanliga løntakaran, so verða skattur og onnur avgjøld tikin av, áðrenn pengarnar koma á konto, sigur Petur Alberg Lamhauge.

Tí er munur millum arbeiðsgevarar og løntakarar í barsilsskipanini og í øðrum avjgaldsskipanum hjá tí almenna.


Taka gjald

Løgtingslógin um barsilsskipan varð lýst 3. apríl í ár. Hetta er ein skipan, sum gevur foreldrum møguleikan at fáa løn í barsilstíðini.

Høvuðsreglan í lógini er, at landskassin skal bera kostnaðin av barsilspengunum, men til lutvísa fígging av hesi skipan, kann landskassin krevja eitt gjald.

Hetta gjald er álagt løntakarum og arbeiðsgevarum, og tað er 0,25 prosent av A-inntøkuni.

Í grein 19 í lógini stendur, at gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum lønin verður goldin. Hetta er eisini galdandi fyri løntakaran, sum avgreiðir sítt gjald til barsilsskipanina saman við skatti, ALS-gjaldi og annað.

Sambært lógini eiga arbeiðsgevarar eisini at gjalda sítt gjald beinanvegin, men í kunngerðini frá 31. mai fáa arbeiðsgevarar møguleikan at geva Toll- og Skattstovuni fulltrúð til at taka barsilsgjaldið av kontoini ella at fáa rokning fyri gjaldið.

Verður seinni møguleikin nýttur, so er gjaldsfreistin sjey dagar.


Avgreiðslugjaldið

Men hóast arbeiðsgevarar hava fingið ein gjaldsskáa, vóru teir sera misnøgdir, tá teir fingu rokningina fyri gjaldið til barsilsskipanina.

Ein orsøk til misnøgdina var, at freistin at gjalda bara var sjey dagar, og hin orsøkin var, at eitt avgreiðslugjald upp á 100 krónur var lagt oman á rokningina, sum hjá nógvum arbeiðsgevaraum bara var nakrar krónur.

Hetta avgreiðslugjaldið er ikki at finna í kunngerðini frá 31. mai, men hinvegin í eini kunngerð, sum verður lýst 5. juli. Har verður avgreiðslugjald skoytt uppí kunngerðina upprunaligu kunngerðina.

Men rokið um gjaldsfreistina og avgreiðslugjaldið hevði við sær, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum legði uppí. Fríggjadagin gjørdi hann av, at avgreiðslugjaldið skal strikast aftur, og arbeiðsgevarar skulu hava longri gjaldsfreist.

Harafturat verður nú eitt sokallað bagatellmark lagt inn í skipanina, so arbeiðsgevarar ikki verða órógvaðir av tí almenna, fyrr enn teirra partur kemur upp um 50 krónur.

Aðalstjórin í Fíggjarmálastýrinum heldur, at besta og einfaldasta loysnin hjá arbeiðsgevarum er tó, at teir geva fulltrúð til, at pengarnir kunnu takast av kontoini beinanvegin.

? Gjaldið er so lítið, at tað er lítil og eingin kredittur í at fáa rokning. Hinvegin lættir tað um hjá øllum pørtum, at gjaldið verður avgreitt beinanvegin, sigur Petur Alberg Lamhauge.