Niels Pauli Danielsen
sóknarprestur
Klakksvík
????
Jóannis Fonsdal, hjálparprestur, hevur áskoðanina hjá teirri fólkakirkju, sum eg og nógv við mær vórðu doypt inn í. Tað er fedranna kirkju okkara og trúargrund hennara, sum Jóannis Fonsdal heldur seg til.
Vit eru nógv tey flestu, ið halda, at komnar eru nýggj-ar tíðir við nýggjum avbjóðingum og nýggjum hugsanum. Men trúargrundin skuldi verið hin sama og játtanaritini.
Tí mátti borið til at samstarva hjá okkum í fólkakirkjuni.
Og kunnu vit spyrja, hvat ið vit hvør í sínum lagi hava gjørt og gera fyri at fáa hetta samstarv at rigga. Hvat er gjørt fyri at forða fyri samanbrestum í kirkj-uni?
Ferðslureglur
Fólkakirkja okkara er donsk. Sjálvt um vit ynskja at yvirtaka kirkjuna á føroyskar hendur, so er tó kirkja okkara framvegis í dag eins donsk og nøkur onnur donsk fólkakirkja. Og fólkakirkjuprestar okkara eru limir í danska prestafelagnum.
Fyri at verja samvitsku-frælsið hjá prestum hevur javnstøðunevndin hjá danska prestafelagnum latið orða sokallaðar "ferðslureglur" til júst ta støðu, sum er við Havnar kirkju, har kvinnuligir og uppafturgiftir prestar og mótstøðumenn av hesum eru við somu kirkju. Hesar "ferðslureglur" skulu byrgja fyri, at samanbrestir henda. "Ferðslureglurnar" stóðu í prestafelagsblaðnum nr. 3 hin 18. januar 1991 og í Trúboðanum nr. 12 hin 18. juni 1998 í føroyskari týðing. Hvussu verða hesar reglur virdar í Føroyum? Hví verður ikki gingið eftir teimum? Tá hevði sloppist undan at komið í hesa støðuna, sum nú er við Havnar kirkju.
Hondina í egnan barm
Vit hava skyldu til hvør í sínum lagi at stinga hondina í egnan barm og spyrja og verða spurd, hvat ið vit sjálvi hava gjørt fyri at fáa samstarvið at rigga so væl sum gjørligt.
Hvat hevur biskupur gjørt ? Hvat hevur próstur gjørt? Hvat hava vit prestar gjørt? Hvat hava kirkjuráðini gjørt? Ja, her eigur at verða sagt, at kirkjuráðið við Havnar kirkju og formaðurin har hevur gjørt nakað, sum øll síggja, og tøkk skulu tey hava fyri tað. Men hvat hava vit onnur gjørt? Hvat hava kirkjutænararnir við Havnar kirkju gjørt, sum hava 4 prestar, men eru farnir út í bløðini og siga seg stuðla tveimum av teimum fýra, sjálvt um kirkjutænararnir als ongan myndugleika hava í tílíkum máli. Er tað ikki júst biskupur, sum í síni tíð mælti til, at sjúkrahúspresturin skuldi hoyra til Havnar kirkju? Skulu bæði Jóannis Fonsdal og Sverri Steinhólm nú sigast upp? Teir halda seg báðir til tað, sum fedranna kirkja segði um kvinnuligar og uppafturgiftar prestar. Og Sverri Steinhólm hevur nú virkað við Havnar kirkju í meira enn 9 ár við hesi áskoðan uttan trupulleikar. Hvat er tað, sum kirkjutænararnir í yvirlýsing síni leggja upp til.
Hvat hevur føroyska prestafelagið gjørt? Hvat hava vit hvør í sínum lagi gjørt? Hava vit birt upp undir stríð og eggjað til stríð ella hava vit roynt at slætta sjógvin og fingið alt at rigga uttan samanbrestir? Ella hava vit púrt einki gjørt. Tann spurningin má hvør í sínum lagi seta sær í hesum døgum. Eitt er víst: Hetta, sum nú fer fram, tænir hvørki Guði ella monnum, fólkakirkjuni ella nøkrum øðrum.
Løgin uppsøgn
Er tað neyðugt at hava 2 sóknarprestar í altarringinum til altargongd við kon-firmantum eina ella tvær ferðir um árið, tá ið ein prestur kann gera tað sum hjá okkum her í Klakksvík, og sum Jóannes Fonsdal gjørdi tað við ungdómsguðstænastuna í Havnar kirkju leygardagin(26.02), tá ið 400 fólk vóru til altars hjá honum og dekninum.
Eftir tilmæli frá biskupi er Jóannis Fonsdal í brævi frá kirkjumálaráðnum nú sagdur úr starvi, tí at hann heldur seg ikki kunna standa í altarringinum saman við kvinnuligum og uppafturgiftum presti, ið hann annars samstarvar sera væl við. Inntøkugrundarlagið er harvið skrykkt undan honum og familjuni, konuni og tveimum børnum við tí triðja á veg. Tey sita eftir við ongum. Tað er eingin stuttleiki. Tað er ikki til at flenna at.
Biskupur
Funnist verður at kirkjuráðunum. Er tað tí, at meirilutin í kirkjuráðnum við Havnar kirkju í hesum máli hevur stuðlað Jóannisi Fonsdal, sjálvt um tey ikki eru samd við honum.
Ført hevur verið fram, at kirkjuráðini hava spurt ov lítið, tá ið hjálparprestastarvið varð sett. Er tað ikki biskupur, sum sjálvur hevur leiðbeint kirkjuráðslimirnar um mannagongdina, tá ið prestur verður settur. Hann er við til fundirnar júst fyri at leiðbeina. Tað er hetta, hann fær løn síni fyri. Og er tað ikki biskupur, sum sjálvur fyri einum ári síðan hevur givið Jóannisi Fons-dal setanarbræv (kollats). Er tað biskupur, sum hevur svikið?
Stuðul
Tá ið vit sjálvir vóru ungir prestar, sum Jóannis Fonsdal er tað í dag, fingu vit góða hjálp og stóran stuðul frá táverandi varabispi og øðrum prestum. Hevur Jóannis og familja hansara fingið tað sama frá okkum øðrum? Hava vit øll svikið?
Tøkk
Persónliga fari eg her at takka Jóannisi Fonsdal og foreldrum hannsara, mammuni, sum er farin hiðani av foldum, og páp-anum, sum í nógv ár hevur verið deknur á Skála og onkuntíð framvegis er tað, fyri ta trúgvu tænastu, tey gjøgnum eitt langt áramál hava gjørt í tí føroysku fólkakirkjuni bæði fyri børn og vaksin, eisini ta tíð ið eg var prestur teirra á Skála. Julia var ein framúrskarandi lærari í kristni og góðum fólkasiði, sum eisini okkara synir fingu stórt gagn av. Sanniliga fekk Jóannis Fonsdal ein góðan og tryggan uppvøkstur á Skála, sum er við til at gera hann til tað, sum hann er í dag.. Men henda viðferðin, ið Jóannis nú fær, og álopini á hann í bløðunum harma meg almikið og gera mær ógvuliga ilt. Vit mugu biðja Jesus vera við okkum og hjálpa okkum prestum, prósti og biskupi. Tað eru ørindi fyri Hann, vit eru kallað og vígd til at ganga og ikki bara fyri okkum sjálv.