Neyðin er bara vaksin og vaksin

 – Tað er ikki fyrrenn beint nú, at vit ikki dragna afturúr longur

Hesi seinastu átta árini hava vit havt stóran vøkstur í fólkatalinum í Føroyum.

 

Samstundis hevur tað eisini verið eitt stórt byggivirksemi, har eisini talið av nýggjum bústøðum er økt munandi. Men byggingin hevur verri enn so staðið mát við vøksturin í fólkatalinum og sostatt er bústaðarneyðin bara alsamt vaksin hesi seinastu árini.

 

Ein samanteljing hjá Hagstovuni vísir, at hesi árini síðani 2015, eru 1524 bústaðir bygdir kring landið, bæði sethús, raðhús og íbúðir. Men samstundis er fólkatalið vaksið 5.609 fólk.

 

##med2##

 

Vit hava onga fullfíggjaða bústaðarskráseting og tí hevur Hagstovan brúkt skrásetingarnar hjá SEV, tí tað gevur eina góða ábending um, hvussu nógvir nýggir bústaðir verða bygdir.  

Til og við 2008 eru allar nýbyggingar skrásettar sum sethús. Men frá 2009 eru nýbyggingarnar bólkaðar í sethús, raðhús og íbúðir, og tað eru dømi um íbúðarhús, har allar íbúðirnar eru knýttar í sama málara.  

 

##med3##

Men frá 2009 til 2014 varð nógv minni bygt í Føroyum enn frammanundan. Í 2009 vórðu 274 bústaðir bygdir, men í 2014 vórðu bara 71 bústaðir bygdir.

 

Men síðani 2017 veksur talið aftur líðandi, og í 2022 vórðu 331 nýggjar bústaðir bygdir. Samstundis hendir stór broyting í byggiháttinum, tí nú eru tað íbúðir og raðhús, sum er tann nógv størsti parturin av teimum nýggjum bústøðum.

 

Hesi síðstu átta árini eru 652 sethús bygd, samstundis sum at 872 íbúðir og raðhús vórðu bygd í sama tíðarskeiði.

 

Verður hugt eftir bústaðarbyggingini í teimum ymsu økjunum, sæst, at frá 2015 til 2022 eru nógv teir flestu bústaðir bygdir í Havnini, men tað er eisini har, at nógv tað mesta fólkið býr, og har fólkavøksturin hevur verið størstur.

 

Samstundis sæst, at tað eisini er har, at tað verða bygdar nógvar íbúðir aftur ímóti sethúsum.cÍ roynd og veru eru dupult so nógvar íbúðir bygdar í Havn sum sethús.

 

Í Eysturoy er øvugt, tí har eru meiri enn dupult so nógv sethús bygd sum íbúðir og raðhús.

 

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu býtið av nýggjum bústøðum er millum sýslurnar. Av teim 1.524 nýggju bústøðunum, eru 988 í Streymoyar sýslu, og tað svarar til 65 prosent, men har hevur 54 prosent av fólkavøkstrinum verið, tí har er fólkatalið vaksið 3.071 fólk.

 

##med4##

 

##med5##

 

Hini økini í landinum eiga tískil 35 prosent av teimum nýbygdum bústøðum, hóast tey hava 46 prosent av fólkavøkstrinum hesi hesi seinastu átta árini.

 

Sum nevnt, hevur bústaðarbyggingin ikki rættiliga fylgt við stóra vøkstrinum í fólkatalinum. Niðanfyri sæst hesin munurin og fyri at vísa gongdina, verður støðið tikið í árinum 2009.

 

Her sæst, at fólkatalið var mestsum óbroytt fram til 2015 og síðani fór tað at vaksa.

 

Men við bústaðarbyggingini var øðvísi, tí heilt fram til 2020 er hon dragnað nógv aftur ímóti fólkavøksturin.

 

Tað vil siga at hetta tíðarskeiðið er bústaðartrotið bara økt ár eftir ár.

 

##med6##