Neyðtøkumál móti føroyingi: Tíðindafólk sleppa ikki inn

Fyrrverandi »Paradise Hotel« vinnarin, Teitur Skoubo, er í Rættinum í Odense í morgun, ákærdur fyri neyðtøku av eini 25 ára gamlari kvinnu.

Tað er ringt lag á tíðindafólkum í bíðirúminum framman fyri Rættarsal 11 í rættinum í Odense í morgun. Fleiri eru longu í ferð við at skriva kærur, áðrenn rættarmálið ímóti føroyska Teiti Skoubo er byrjað.

Tann lítli rættarsalurin hevur bara pláss fyri tveimum tíðindafólkum og tveimum avvarðandi. Umleið fimm ferðir so nógv tíðindafólk eru møtt til rættarfundin.

Men tað er ikki møguligt at bjóða tíðíndafólki eitt sokallað lurtirúm, har tey kunnu hoyra tað, ið sagt verður í rættarsalinum, sigur dómarin Alex Nymark.

Ákærdi Teitur Skoubo gongur framvið tíðindafólkunum í eini bordeaux-littari skjúrtu. Hann kyssir eina gentu og hálsfevnir ein drong, tá hann fer inn. Heldur ikki er pláss fyri teimum í rættarsalinum.

Eisini avvarðandi hjá honum vísa sína ónøgd, tá ein rættarvørður gevur teimum boð um at fara úr bygninginum. Bara tíðindafólk sleppa at vera eftir. Men tað verður eisini heitt á tey um at fara.

Teitur Skoubo er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu eftir ein býtúr í Odense í fjør. Sambært ákæruritinum sló hann kvinnuna fýra ella fimm ferðir, og síðani noyddi hann seg til samlegu við kvinnuni. Hann noktar seg sekan.

Ein vinkona hjá kvinnuni og ein vinur hjá Teiti Skoubo vóru eisini í íbúðuni og fingu boðað løgregluni frá.

Ákærdi er kendur fyri at vinna realitysendingina »Paradise Hotel« í 2019. Harumframt hevur hann verið við í sendingum sum »For lækker til love« og »Ex on the beach«.

Harumframt hevur hann umleið 138.000 fylgjarar á sosiala miðlinum Instagram.

Annars er hann eisini skuldsettur fyri harðskap í 2019. Tað málið bíðar enn eftir avgerðini, tí Teitur Skoubo ikki kundi luttaka í rættarmálinum í januar vegna sjúku.

/ritzau/