Tann 7. juli 1998, ella um góðar seks mánaðir, eru fýra ár liðin, síðani seinasta løgtingsval varð hildið. Sambært grein 6 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya verða løgtingsmenn valdir fyri fýra ár í senn. Í somu grein í stýrisskipanarlógini stendur, at løgtingið eins væl og løgmaður kunnu, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, fella burtur, tá ið nývalda løgtingið er sett.
Í grein 15 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, verða nærri reglur ásettar, og har stendur m.a., at løgmaður kunnger valið og ásetir valdagin við í minsta lagi 6 vikur freist. Men í grein 37 í somu lóg stendur um brævatkvøður, at sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.
Minnist meg rætt, varð ein broyting gjørd í løgtingsvallógini í 1970, sum førdi við sær, at sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, ið eru staddir uttanlands, kunnu greiða atkvøðu við brævi so tíðliga sum 4 mánaðir undan valinum. Endamálið við broytingini var, at ongin ivi skuldi vera um, at fiskimenn á fjarleiðum og føroyingar í uttanlandasigling skuldu hava góðan møguleika fyri at nýta sín demokratiska rætt og at gera sína samfelagsligu skyldu.
Tá ið tíðini var talan um føroyingar, sum vóru til fiskiskap í Barentshavinum, við Grønland, í Norðsjónum, á Flemich Cap o.s.fr. Eisini var talan um føroyingar, sum sigldu í danska handilsflotanum. Hetta er eisini galdandi í dag. Men umframt tað, eru vit vitandi um, at føroyskir fiskimenn nú eru á uppaftur meiri fjarskotnum leiðum. Nógvir eru í Suðuríshavinum. Aðrir eru í marokanskum sjógvi o.s.fr. Eisini eru tað føroyskir handverkarar og aðrir føroyingar, sum eru í vinnu á europeiska meginlandinum.
Reglan um, at tað skal bera til at greiða atkvøðu við brævi longu fýra mánaðir áðrenn valið, er eins neyðug nú, sum hon var í 1970. Reglan er framvegis galdandi í løgtingsvallógini. Men hendir tað, at antin løgtingið ella løgmaður skriva út nýval við eini freist uppá seks vikur, verða tað fleiri av okkara landsmonnum, bæði fiskimenn á fjarleiðum, handverkarar og aðrir, ið vinna uttanlanda, og fólk í uttanlandssigling, sum ikki fáa høvið at nýta teirra valrætt. Og hetta má sjálvandi ikki henda. Vit kunnu ikki loyva okkum at taka valrættin frá fleiri av okkara samfelagsborgarum.
Áðrenn nakar kann greiða brævatkvøðu her heima ella uttanlands, skulu vit prenta og senda brævatkvøðurnar til kommunurnar og løgregluna í Føroyum, til føroyskar umboðsstovur í útlondum, til danskar sendistovur, umboð fyri føroysk útgerðarfeløg í útlondum o.s.fr. Tað eru løgmaður og lógardeildin í Tinganesi, sum hava ábyrgdina av løgtingsvalum, og harvið eisini ábyrgdina av, at brævatkvøður verða gjørdar og sendar teimum, ið skulu hava hesar tøkar, tá so er, at onkur ynskir at greiða atkvøðu við brævi.
Eitt er at brævatkvøðurnar eru tøkar har tær skulu vera í nóg góðari tíð. Eitt annað er, at komandi løgtingsval ikki verður útskrivað við so stuttari freist, at stórt tal av føroyingum ikki fær møguleika fyri at greiða atkvøðu. Tí eiga vit ? løgmaður, landsstýrið og løgtingið, bæði samgonga og andstøða ? longu nú, og í seinasta lagi beint eftir høgtíðina, at áseta ein valdag.
Eftir mínum tykki skal hann ikki verða um seks vikur ella um 10 vikur. Hann skal verða um tríggjar ella fýra mánaðir, soleiðis at allir føroyingar, sum hava valrætt, fáa møguleika fyri at nýta henda demokratiska rætt og at gera sína samfelagsligu skyldu. Øll vita, at val skal verða í seinasta lagi 7. juli næsta ár. Men tann tíðin er ikki serliga hóskandi. Tað eru øll samd um.
Í dag er politiska ósemjan rættiliga stór. Hon valdar bæði í samgonguni og innanflokka í fleiri samgonguflokkum. Men hóast tað, so skuldi tað borið til at gjørt eina semju um ein so sjálvsagdan spurning, sum at áseta ein valdag, ið er rímuligur fyri tey flestu. Eisini langfarafiskimenn, útisiglarar og føroyingar í útlondum.
At enda vil eg takka tykkum øllum fyri brátt farna árið. Eg ynski tykkum eini góð, gleðilig og hugnalig jól og eitt gott og eyðnuberandi nýggjár og Harrans signing í árinum, sum kemur.
Tann 22. desember 1997