Neyðugt at steingja skoytubreytina fyribils

- Vit vóna sjálvandi, at vit sum skjótast kunnu lata skoytubreytina uppaftur, sigur borgarstjórin, Karl Johansen.

Seinastu dagarnar hevur verið illsligt veður við vindi og regni, og hetta hevur ávirkað umstøðurnar at skoyta sera nógv.

 

- Tí verður neyðugt at steingja skoytubreytina í Klaksvík í nakrar dagar, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Borgarstjórin, Karl Johansen, sigur, at í hesum tíðarskeiði, har skoytubreytin hevur hvat opið, hevur tað nærum ongantíð verið neyðugt at tillagað upplatingartíðirnar, og tað fegnast hann um.

 

- Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, og hetta hevur heilt sikkurt spælt ein týðandi leiklut at halda skoytubreytina opna. Tað hava verið aðrir illveðursdagar, har tað ikki hevur verið neyðugt at steingja.

 

Borgarstjórin heldur, at hetta avgjørt hevur verið ein bati samanborið við undanfarin ár.

 

- Vit vóna sjálvandi, at vit sum skjótast kunnu lata skoytubreytina uppaftur. Í øllum førum er ætlanin at hava breytina opna í eina tíð aftrat, sigur Karl Johansen.

 

Klaksvíkar kommuna fer at siga frá á heimasíðuni og á Facebook-vanganum hjá Skoytubreytini, tá latið verður uppaftur.

 

##med2##

 

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen. Mynd: Álvur Haraldsen.