Neymar seldi 10.000 troyggjur fyrsta dagin

Paris: Brasilska fótbóltsstjørnan vísti beinanvegin sítt virði í merchandise-deildini hjá høvuðsstøðarfelagnum.

Brasilska fótbóltsstjørnan Neymar má sita á áksoðaraplássunum, tá nýggja felag hansara, Paris Saint-Germain, tekru ímóti Amiens í Ligue 1 í dag.

 

Men tann 25 ára gamli áleyparin, sum er komin til felagið í einum methandli upp á 1,6 milliardir krónur, vísir longu sítt virði í merchandise-deildini hjá felagnum.

 

Longu fyrsta dagin seldi felagið fleiri enn 10.000 troyggur við navninum og nummarinum hjá Neymar á fyrsta dagin, hann var í París.

 

Við einum miðalprísi upp á 750 krónur fyri hvørja troyggju tjenti Paris Saint-Germain soleiðis 7,5 milliónir krónur fyri søluna av Neymar-troyggjum.

 

Tað vil siga, at høvuðsstaðarfelagið kann gjalda astronomisku upphæddina fyri Neymar aftur í mars, um sølan heldur fram í sama lag, sum hon eftir øllum at døma ikki fer at gera.

 

Inntøkan frá troyggjusøluni skal annars býtast við framleiðaran Nike.

 

Eftirspurningurin eftir troyggjuni hjá Neymar var fríggjadagin so stórur, at í dag sleppa fólk bara at keypa eina í part.

 

Neymar var presenteraður í Paris Saint-Germain í gjár. Hann má tó bíða við at spæla fyrsta dystin, tí spæliloyvi enn ikki er flutt frá fyrrverandi felag hansara, FC Barcelona.

 

Fyrsti dysturin hjá Paris Saint-Germain í Ligue 1 á Parc des Princes í dag er útsettur í eitt korter vegna stórt móttøkuhátíðarhald fyri Neymar.

 

/ritzau/AFP