- Eg havi verið á nøkrum fundum við kommunurnar, og tað ljóðar positivt hjá teimum. Hinvegin havi eg onki endaligt uppskot hoyrt, men tað er gleðiligt, at arbeitt verður við størri skúlaøkjum, sigur landsstýriskvinnan.
Hon leggur afturat, at tað bara verður ein fyrimunur hjá teimum, sum leggja saman í dag, tí skuldu tvungnar samanleggingar verðið, so verða færri møguleikar hjá hvørjum øki.
- Málið er sjálvandi, at hava ein sterkari fólkaskúla, sum klárar seg betri fakliga. Hinvegin kann peningur eisini sparast, so tað eru avgjørdir fyrimunir, staðfestir hon.