Vanligt er við neytamykjukappingum kring landið. Leygardagin var ætlanin hjá Billardfelagnum í Vági at skipa fyri slíkari, men ikki gekk júst eftir ætlan.
Tá bilur kom við kúnni, var hon fyrst bundin í bilin og ikki loyst, tá hon skuldi úr bilinum, soleiðis, at hon kom heldur illa fyri eina stund. Hetta fekk øði í kúnna.
Tá hon fekk fast undir føti og kom fyri seg helt hon til beins og menn fingu stóran part av degnum at ganga við at renna aftan á sansaleysa neytinum, ið stundum eisini var burtur.
Illa gekk at fáa hendur á kúnna og tað sigst, at ein, ið fekk í hana, varð slongdur langa leið.
Múli móti múla
At enda eydnaðist einum at fáa um ketuna, ið var um kúnna, og at halda henni við ein garð. Skjótt varð borið at og farið varð eftir byrsu og kúgvin misti lív. Nakað fyrr enn ætlað, skilst, tí enn hevði ikki verið skipað fyri veruligari neytamykjukapping. Ístaðin var kúgvin lutað burtur millum teirra, ið keypt høvdu seðil til kappingina.