Frælsur Ítróttur Føroyar fær í oktobur vitjan av norska forsetanum í EAA, Svein Arne Hansen. Tað er Vágaportalurin, sum ber tíðindini. EAA er evropiska samgongan fyri frælsan ítrótt.
Hallur Holm, formaður í Frælsur Ítróttur Føroyar, sigur, at Svein Arne Hansen kemur til Føroya á privatari vitjan, men at FÍF hevur fingið høvi at hitta hann á ferðini.
- Vit taka sjálvandi av einum slíkum tilboði og eru fegin um at sleppa at vísa honum, hvussu umstøðurnar eru her í Føroyum, sigur hann.
Svein Arne Hansen hevur víst seg sum ein forsprákara fyri umstøðunum hjá smáu tjóðunum og segði millum annað í setanarrøðu síni, at hann vildi virka fyri, at fleiri av smátjóðunum gjørdust limir í EAA.
- Tað er hugaligt, men sannroyndin er, at fyrsta grein í evstu lógini í EAA sigur, at einans lond, ið eru sjálvstøðugur limir í ST, kunnu gerast limir í EAA, so vit hava ikki góðar vónir, sigur Hallur Holm.
- Vit fara sjálvandi at biðja um hansara stuðul og spyrja hann, hvussu ein umsókn skal síggja út. Vit høvdu eina umsókn liggjandi longu fyrst í 90'unum, áðrenn evsta lógin varð broytt og hendan ásetingin kom í. Vit vóna, at tað kann tala til okkara fyrimun. Trupulleikin tá var, at altjóða formenninir ikki vildu vita av okkum smátjóðum, sigur Hallur Holm.
Á vitjanini skal FÍF vísa Svein Arne Hansen umstøðurnar hjá frælsa ítróttinum í Føroyum og vísa á, hvørjar avmarkingar og hvørjir manglar eru.
- Vit vilja millum annað visa á, at vit ongar umstøður hava til stangarlop í Føroyum. Útgerðin til tess kostar eina hálva millión krónur.
- Tað er heldur eingin loyna, at vit kundu hugsa okkum eina innandurahøll. Vit hava besta trístøkkara í Norðurlondum í Tórður Mortensen, men hann kann ikki venja fyri fult ein stóran part av árinum, tí tað er ov kalt at venja trístøkk úti í Føroyum. Ein stóran part av árinum kann hann ikki sprinta við fullari ferð, sigur Hallur Holm.
Sprintararnir hava annars fingið eitt vet betri umstøður seinasta árið. Tá nýggja skýlið á Tórsvølli varð bygt, varð tað gjørt so, at sprintararnir kunnu nýta ovasta plattin til venjingar.
- Har eru nú fýra rennibreytir, sum sprintararnir kunnu nýta, tá tað er ov vátt at renna á Tórsbreyt. Framvegis er tó kuldin ein stór avmarking, sigur Hallur Holm, forseti í FÍF.