Enn bendir einki á, at tað fer at eydnast donsku Sosialdemokratunum at koppa stjórnini hjá Andetrs Fogh Rasmussen.
Ein nýggj veljarakanning vísir tvørturímóti, at undirtøkan hjá flokkinum er minkað, síðani fólkatingsvalið varð útskrivað. Kanningin gevur Sosialdemokratunum 26,7 prosent av atkvøðunum ímóti 27,5 prosentum, beint áðrenn Anders Fogh Rasmussen boðaði frá valinum. Á seinasta vali fekk flokkurin 29,1 prosent.
Vinstri hevur eisini havt afturgongd teir seinastu dagarnar. Nýggja kanningin gevur flokkinum 32,5 prosent, og tað er 1,3 prosentstig minni enn fyri einari góðari viku síðani. Vinstri liggur tó framvegis oman fyri tey 31,2 prosent-ini, sum hann fekk á seinasta fólkatingsvali.
Sambært einari kanning hjá Vilstrup-stovninum skulu Sosialdemokratarnir fáa 218.000 atkvøður afturat fyri at vinna valið tann 8. februar. Um somu tíð undan seinasta fólkatingsvali vantaði teimum 105.000 atkvøður, og tá eydnaðist teimum ikki at vinna. Tvørturímóti øktist munurin sjálvan valdagin, skrivar Politiken.