Fótbóltur
Í bakandi sólskinsveðrinum við Løkin seinnapartin í gjár, megnaði NSÍ at halda fast sambandi við oddaliðið. Hinvegin gekk verri hjá KÍ at leggja sjógv niður til botnliðini.
Gott spæl
Frá byrjan vísti NSÍ gott spæl. Tað gjørdist greitt rættiliga skjótt, at NSÍ ætlaði sær at sita á dystinum. Við høgari leikferð megnaðu teir eisini at skapa ein ávísan ótryggleika í KÍ-verjuni, sum í atløgum kundi kostað teimum eitt mál.
Tá ið góðir tíggju minuttir vóru leiktir, kom tað eisini at kosta. NSÍ hevði uppspæl í høgru síðu, og burturúr kemur eitt innlegg. Inni í brotsteiginum er tað Jonhard Fredriksberg, ið setur bóltin í netið til 1-0.
Eftir málið helt NSÍ fast um góða spælið. Meðan ótryggleikin hjá KÍ-verjuni tóktist at vera uppá tað størsta, og tá ið fólk minst væntaðu tað, skoraði KÍ. Høgni Madsen á høgra bakki sendi eina langa og góða avlevering fram til tann altíð farliga Paul Clapson, sum við høvdinum stútaði bóltin í netið til hálvleiksstøðuna, 1-1.
NSÍ var neyvari
Seinni hálvleikur byrjaði bragdliga hjá NSÍ. Ikki vóru leiktir meir enn tríggir minuttir, tá ið brasilski Anderson Castilho var framvið. Sum so ofta fyrr í dystinum, hevði NSÍ uppspæl í vinstru síðu. Enn einaferð verður innlegg sent í brotsteigin, og har leggur Anderson Castilho við høvdinum NSÍ á odda 2-1.
Eftir málið otaði KÍ seg longri fram á vøllin, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn teir sótu á øllum spælinum. Góða og framsøkna spælið, sum NSÍ hevði í fyrra hálvleiki, var KÍ nú meistari fyri. Í nøkrum atløgum hevði KÍ eisini góðar málmøguleikar at javna til 2-2, men neyvleikin var ikki til staðar.
Tá ið eitt lið ikki fær skorað mál, kemur oftast at kosta í egnum enda. Og í 85. minutti staðfesti Andy Olsen sigurin, tá ið hann var fyrstur á bóltinum eftir eina hálvbjarging frá Mathias Samuelsen í KÍ-málinum.
NSÍ er við sigrinum bara eitt stig aftanfyri B36 á fyrsta plássi, meðan KÍ framvegis stendur fast á 8. plássi í Formuladeildini.