Eitt stað sum støðin á Argjum og økið runt um hevur stóran týdning fyri argjafólk og fólk, sum hava tilknýti til staðið annars. Tað hevur tí eisini mín stóra áhuga, at hetta økið verður raðfest av kommununi. Argja róðrarfelag heldur til har, undirhúsið, neystini og minnisvarðin yvir fyrstu argjafólkini er í økinum og er tað tí týdningarmikið, at økið verður broytt uppá ein skynsaman máta og har fólkið á Argjum verður tikið við uppá ráð.
Sitandi býrað hevur ætlan um at breiðka vegin út á Argjaboða, soleiðis at íbúðarbygging úti á Argjaboða kann fara í gongd. Men hvør er ætlanin við sjálvari støðni á Argjum? Eg sakni at hoyra ella at síggja ætlanir um restina av økinum har og ikki bara um breiðkan av vegnum.
Sum flest øll vita, so mangla vit í Tórshavnar kommunu fleiri bátapláss. Við rættari raðfesting kann økið niðri í støðni á Argjum gerast enn betri við fleiri bátaplássum og neystum framvið lendinum. Ein umlegging av kloakkleiðingini, ið gongur við sunnara enda á brimgarðinum og út á sjógv, kann gera, at sjálvur bátahylurin kann gerast størri.
Um ein góð loysn verður funnin til kloakkleiðingina, so er kanska eisini áhugavert at hugsa um møguleikan fyri at fáa eitt pláss til havsvimjarar og ymiskar hentleikar til spæl og hugna hjá børnum, ungum og vaksnum við sjóvarmálan.
Býráð fyri borgaran
Sára Gullfoss,
valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 10. november 2020