Niðunátt eftir Steinbeck

Skaldsøgan Niðunátt, sum Sprotin júst hevur givið úr, hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-herseta Evropa

 

ÚTGÁVA

Forlagið Sprotin hevur givið út skaldsøguna Niðunátt eftir John Steinbeck. Finnbogi Ísaksson hevur týtt úr enskum. Í hesi undranarverdu skaldsøguni um menniskjaligt dirvi og treiskni fagnar Steinbeck fólkaræðinum og máttinum hjá einstaklinginum at seta seg upp ímóti harðrendum yvirvaldi.

Niðunátt er søga um fólk í kríggi, og norsk kolanámsbygd undir seinna heimsbardaga er leikvøllurin fyri søgugongdina. Eitt land í Norðurevropa er hersett. Í einum lítlum býi frystir tann fjáltur, ið upprunaliga kemur á fólk, til tigandi, gnagandi øði sum bita fyri bita máar grundarlagið undan hersetingarvaldinum, til eisini tað skilir, hvat ótti og angist er. Skaldsøgan nevnist á amerikonskum The Moon Is Down, hon kom á fyrsta sinni út í 1942, og hon hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-herseta Evropa. Hóast alt varð gjørt at forða útbreiðsluni - í fasistiska Italia vóru fólk dømd til deyða fyri at eiga eitt eintak av bókini - so vóru túsundir av eintøkum í umfari í Evropa, og tey bóru vitnisburð um máttin í hugsjónum, tá ið tær standa andlit til andlits við óndskap og harðskap.

Niðunátt er í eftirtíðini av teimum minst umrøddu verkunum hjá Steinbeck meðan fleiri aðrar eru klassikarar. Bókin hevur lætt og einfalt mál, sum ger, at øll kunnu lesa hana skjótt og væl. Hon broytir tína mynd av pørtunum í kríggi, eisini teg við at vekja serligar kenslur. Í ummæli av bókini skrivaði San Francisco Chronicle, at líkur øllum øðrum listafólki legði Steinbeck stóran dent á at lýsa umstøðurnar hjá menniskjum, og hann var í so máta óvanliga kvæmur.

Niðunátt kostar 220 í bókabúðunum.