Niðurlagingin av føroyska vælferðarsamfelagnum er byrjað

Nýggja fullveldisleiðin hjá landsstýrissamgonguni er loysing í nýggjum hami.

 

Skrivstova Sambandsfloksins

Helgi Abrahamsen



Nýggja fullveldisleiðin hjá landsstýrissamgonguni er loysing í nýggjum hami. Tíðarætlanin er broytt, men álvarsomu avleiðingarnar verða tær somu.

Heldur enn at loysa verandi samfelagstrupulleikar, roynir landsstýrissamgongan nú at binda komandi løgting.

? Teir vilja binda komandi polittikarar til at minka blokkstuðulin, hóast blokkstuðulin bara er vaksin tey trý seinastu árini, teir sjálvir hava sitið við ræðið.

? Teir vilja tvinga komandi polittikarar til at fremja yvirtøkur, hóast teir sjálvir onga yvirtøku hava framt í hesum valskeiðinum.


Búskapargrunnurin

Ein búskapargrunnur skal eftir ætlan landsstýrisins setast á stovn, fyri at fíggja skiftistíðina. Men hvaðani skal peningurin til grunnin koma frá?


? Avlopið á fíggjarlógini er munandi minni, enn tað, sum landsstýrið hevur upplýst, og harafturat eru avdráttir og eykajáttanir ikki taldar við.

? Samgongurflokkarnir eru ikki samdir um sølu av almennum ognum.

? Inntøkur frá eini møguligari oljuvinnu, vita vit enn einki um.

? Eftir er so blokkstuðulin. Men hvussu skal blokkstuðulin gerast ein vaksandi partur av búskapargrunninum, samstundis sum hann minkar burtur í einki?


Tað er beinleiðis ósatt, tá Høgni Hoydal í kjaksendingini í SVF í gjárkvøldið segði, at 650 mió. kr. á hvørjum ári verða settar til viks á fíggjarlógini. Yvirskotið á løgtingsfíggjarlógini er yvirskot áðrenn avdráttir og eykajáttanir. Hetta yvirskotið er í ár 2001 umleið 450 mió. kr. Tá er einki sett av til eina møguliga lønarhækking, sum samráðast skal um í ár, og eykajáttanirnar eru longu í januar komnar uppum 30 mió. kr.

Ætlan landsstýrisins hongur als ikki saman búskaparliga, og er byrjanin til eina niðurlaging av føroyska vælferðarsamfelagnum.

Sambandsflokkurin heitir tí á føroyingar um at siga »nei í mai«.