Niðurlendsku hermenninir farnir úr Afghanistan

Teir niðurlendsku hermenninir eru nú farnir úr Afghanistan. Niðurlond hava havt hermenn har í fýra ár, og hesi árini eru 24 niðurlendskir hermenn falnir í Afghanistan. Niðurlendska afturtøkan er tann fyrsta veruliga afturtøkan, síðani kríggið í Afghanistan byrjaði fyri skjótt níggju árum síðani.

Eygleiðarar siga, at júst sum teir niðurlendsku hermenninir fara til hús, er Taliban í ferð við at økja sítt virksemi, og júst í juli misti amerikanski herurin so nógvar hermenn í Afghanistan sum ongan einstakan mánað fyrr.

NATO royndi fleiri ferðir at fáa teir niðurlendsku myndugleikarnar at útseta afturtøkuna, men til fánýtis. Hermenninir hava havt støð í Uruzgan, og nú skulu amerikanskir hermenn loysa teir av har.