- Vit kundu spart SEV og harvið brúkarunum meira enn tvær milliónir krónur um árið við at yvirtaka mylluna.
Tað sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt.
Myllan, ið Jóhan í Niðristovu sipar til, liggur niðurpakkað í einum grótbroti oman fyri Eiði.
Talan er um triðju vindmylluna av slagnum Vestas V47, sum vórðu settar upp í Neshaganum í 2005. 9. januar og 6. mars í fjør brotnaðu tvær myllur, og í fjørsummar gjørdi SEV so av at taka ta triðju mylluna niður og í staðin seta upp nýggjar vindmyllur av slagnum Enercon.
Vindmyllan er av neyvt sama slag sum tær tríggjar vindmyllurnar, ið Vindrøkt hevur standandi uppi á Mýrunum, oman fyri Vestmanna. Tað fekk í august í fjør Jóhan í Niðristovu at reagera:
- Ja, eg spurdi nevndarformannin í SEV, um vit kundu sleppa at yvirtaka vindmylluna og seta hana upp á Mýrunum. Vit hava arbeitt við hasum slagnum av vindmyllum í 10 ár, hava førleikarnar at røkja tær og tí kundi myllan verið sett upp og framleitt streym inn á netið hjá SEV beinanvegin, sigur Jóhan í Niðristovu.
Vindrøkt hevur loyvi at framleiða streym úr trimum vindmyllum í Vestmanna, men skuldi ein mylla setast upp afturat, mátti loyvið víðkast til fýra vindmyllur.
- Tað loyvið máttu vit so útvega okkum frá Jarðfeingi. Men eg meti tað ikki vera so trupult at víðka eitt verandi loyvi sum at søkja um eitt heilt nýtt loyvi í einum nýggjum øki, serliga í hesum tíðum, tá so nógv verður tosað um at økja um grønu orkuna í Føroyum, sigur Jóhan í Niðristovu.
Tað bleiv tó ongantíð aktuelt at víðka loyvið.
Svarið frá SEV var nevniliga noktandi.
Tað váttar Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, sum tó ikki hevur hug at leggja so nógv í fyrispurningin frá Vindrøkt.
- Tað var ein munnligur fyrispurningur, og hann fekk so eitt munnligt svar, sigur Jákup Suni Lauritsen, sum tó váttar at málið varð umrøtt í nevndini hjá SEV.
Nevndarformaðurin bað heldur ongantíð Vindrøkt koma við einum skrivligum fyrispurningi, og ei heldur bleiv nakrantíð tosað um ein møguligan prís fyri vindmylluna. Málið er ikki liðugt viðgjørt enn, sigur hann.
- Nei, vit mugu hyggja upp á tað. Finna út av, hvat man skal gera við vindmylluna. Eisini um vit møguliga skulu brúka hana sjálvi, sigur Jákup Suni Lauritsen.
Hann dugir tó ikki at seta orð á, hvat SEV møguliga skal brúka mylluna til. Og SEV hevur heldur ikki søkt um nakað loyvi at seta mylluna upp aðrastaðni. Vindmyllan liggur niðurpakkað á einum arbeiðsøki hjá SEV omanfyri Eiði.
Kalt
At tað er kalt millum almenna SEV og privata Vindrøkt gerst sjón fyri søgn, tá vit spyrja Hákun Djurhuus um niðurpakkaðu vindmylluna.
- Eg havi einki at siga til hatta málið. Eg tími ikki at svara uppá hatta, tí tað kann verða brúkt og misbrúkt og harvið skaða SEV, sigur Hákun Djurhuus við greiðari adressu til aktuellu trætuna millum SEV og Vindrøkt um rættin til at seta upp eina vindmyllulund í Húsahaganum.
Hákun Djurhuus váttar, at hann kennir til fyrispurningin frá Vindrøkt. Og hann váttar somuleiðis, at svarið frá SEV var noktandi.
- Eg forstandi væl, hvat tú gert. Men eg tími ikki at vera við. Eg kann tosa við teg um hasa vindmylluna, tá Vinnukærunevndin er liðug at viðgera kærumálið um Húsahagan, sigur Hákun Djurhuus.
Spurdur, hví eitt kærumál um eina framtíðar vindmylluútbygging í Húsahaganum skal forða honum í at svara spurningum um eina niðurpakkaða vindmyllu á Eiði, er stjórin fáorðaður:
- Eg eri bangin fyri, at málini verða tvinnað saman. Og eg haldi at Vinnukærunevndin skal hava frið at arbeiða, ljóðar stutta svarið frá Hákuni Djurhuus.
Grøna orkan
Fyri Jóhan í Niðristovu var vindmyllan í Neshaganum áhugaverd av fleiri orsøkum.
- Vit sóu møguleikar í at útvinna meira av grønari orku til netið hjá SEV, lutfalsliga lætt. Okkara royndir vísa, at ein vindmylla av hasum slagnum framleiðir umleið 2,2 milliónir kilowatt tímar um árið. Taka vit so støði í okkara verandi avtalu við SEV og dagsins oljuprísum, so sparir myllan SEV umleið 2,2 milliónir krónur í oljuútreiðslum um árið, sigur Jóhan í Niðristovu.
Tá er útgangsstøðið tað sama sum higartil, nevniliga at Vindrøkt framleiðir streymin á Mýrunum og selir hann til SEV fyri 40 oyru fyri kilowatt tíman.
Tað var í august í fjør, at Vindrøkt bjóðaði sær til at yvirtaka Vestas mylluna, ítøkiliga at taka hana niður úr Neshaganum, seta hana upp á Mýrunum og reka hana haðani.
Nevndarformaðurin í SEV ásannar, at Vestas-myllan kundi havt gjørt størri gagn enn at ligið niðurpakkað á Eiði.
- Ja, hon kundi havt framleitt streym, ásannar Jákup Suni Lauritsen, sum tó skundar sær at leggja afturat, at tað sjálvandi hevði havt kravt loyvi frá myndugleikunum.
Orsøkin til, at SEV valdi at taka vindmylluna niður úr Neshaganum, var at henda myllan hóskar ikki so væl saman við nýggju vindmyllunum av slagnum Enercon.
- Vit hava enn ikki funnið út av, hvat vit skulu brúka hana til. Tann prosessin er framvegis í gongd, sigur Jákup Suni Lauritsen.
Men eigur tú ikki at taka taka fyrispurningin frá Vindrøkt í álvara, tá yvirskipaða málið hjá SEV nú er at útvega so nógva grøna orku sum tilber, og harvið minka um oljunýtsluna?
- Eg dugi ikki at síggja nakað forgjørt í hesum. Vit eiga hesa mylluna, og tað er okkara avgerð, hvat vit gera við hana.
Hvat so við yvirskipaða málinum, har sum mest av streyminum skal framleiðast við grønari orku?
- Vit skulu gera tað, sum er best fyri SEV. Og SEV hevur stórar ætlanir við grønari orku, sigur Jákup Suni Lauritsen.
Nevndarformaðurin má tó enn einaferð vátta, at framvegis veit SEV ikki, hvat tey ætla at gera við Vestas-mylluna, og felagsskapurin hevur heldur ikki søkt um loyvi at seta hana upp á nøkrum øðrum stað í Føroyum.
Jákup Suni Lauritsen sær tað heldur ikki sum sína uppgávu at arbeiða fyri, at SEV fær so nógva grøna orku sum tilber, tá grøna orkan kemur frá Vindrøkt.
- Nei, tað má Jóhan í Niðristovu taka sær av. Vit eru í kapping, og vit gera tað, sum er best fyri SEV, sigur Jákup Suni Lauritsen.
Stjórin í Vindrøkt heldur lítið um viðferðina frá SEV.
- Vit komu ongantíð so frætt til at tosa um pengar, men blivu bara avvístir. Eg fái illa tulkað mannagongdina øðrvísi enn at SEV av øllum alvi roynir at fasthalda sítt monopol og varðveita kontroll, sigur Jóhan í Niðristovu.
….
FAKTA um Vindrøkt
sp/f Vindrøkt er eitt felag, sum sp/f Røkt í dag eigur einsamælt. Endamálið við felagnum er at framleiða ravmagn úr vindorku. Felagið rekur í dag tríggjar vindmyllur uppi á Mýrunum, omanfyri Vestmanna. Myllurnar eru av slagnum Vestas V47, ið framleiða 660 kWh hvør. Vindrøkt framleiðir 6,8 milliónir kilowatt tímar um árið. Síðani vindmyllurnar vórðu tiknar í nýtslu í august 2003 hava tær framleitt 65 milliónir kilowatt tímar.
Vindrøkt selir alla sína framleiðslu til SEV fyri 40 oyru/kWh. Talan er um ein fastan prís, ið varð avtalaður, tá vindmyllurnar vórðu tiknar í nýtslu í 2003.
..
Spar 2,2 milliónir um árið
Oljuútreiðslan av at framleiða ein kilowatt tíma av streymi, til dømis á orkuverkinum á Sundi, er umleið ein króna. Kostnaðurin varierar tó nakað, alt eftir oljuprísunum, men við støði í dagsins prísum kostar tað í rundum tølum eina krónu í olju at framleiða ein kilowatt tíma.
Vestas V47 vindmyllan framleiðir 2,2 milliónir kilowatt tímar um árið. Halda vit fast um, at tað kostar eina krónu í olju at framleiða ein kilowatt tíma, so er sparingin 2,2 milliónir krónur. Um SEV skal keypa vindorkuna frá Vindrøkt fyri 40 oyru/kWh, broytir tað tó einki um roknistykkið. Tí sama streym kann SEV selja víðari til brúkaran fyri 1,51 kr/kWh (umframt mvg), og vinnur tí 1,11 kr/kWh.
..
Vestas V47
Livitíðin hjá eini vindmyllu er sett til minimum 20 ár. Niðurpakkaða Vestas V47 myllan hjá SEV er frá 2005, og varð tikin niður um mánaðarskiftið august/september í fjør. Vindrøkt vísir á, at myllan tí kann nýtast eini 13 ár afturat. Harvið kann hon, við dagsins oljuprísum, spara SEV okkurt um 28 milliónir krónur í oljuútreiðslum.
..
FAKTA – samlað vindorka í Føroyum
Sambært framleiðsluroknskapinum hjá SEV hevur samlaða framleiðslan av vindorku verið tilsamans 67 milliónir kilowatt tímar (MWt) síðstu fimm árini. Tølini eru hesi:
2008: 13,0 MWt
2009: 15,0 MWt
2010: 13,6 MWt
2011: 14,5 MWt
2012: 10,8 MWt
Av hesum hevur Vindrøkt (fyrr Røkt) framleitt 6,8 MWt um árið, hvørt ár, meðan SEV hevur framleitt restina.
..
FAKTA –samlað orka úr olju
Sambært framleiðsluroknskapinum hjá SEV keypti SEV olju fyri 165,7 milliónir krónur í fjør. Samlaða framleiðslan úr termiskari orku, tvs olju, var 181 milliónir kilowatt tímar. Harvið kostaði hvør kilowatt tími 92 oyru í olju at framleiða. Í fjør kom 62,1 prosent av samlaðu streymframleiðsluni í Føroyum frá olju, 34,2 prosent frá vatnorku og 3,7 prosent frá vindorku.