Niðurringdir

Sum skilst, so eru tað heilt nógv viðskiftafólk, sum hava ringt til peningastovnarnar, síðani rentulækkingarnar vórðu kunngjørdar seinasta hósdag.
Somikið nógv hevur staðið á, at kundaráðgevarnir hava verið noyddir at geva viðskiftafólkunum ávísa tíð at koma til samrøður. Og síðani hósdagin hava mest sum allir kundaráðgevarnir verið fult bookaðir, skilst úr peningastovnunum.