Fasti Gerðarrættur er komi til ein úrskurð í klaguni millum ljóðsmøðurnar á landssjúkrahúsinum og leiðsluna.
Úrskurðurin er soljóðandi:
Ljósmøðrafelag Føroya verður dømt at viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at so nógvar ljósmøðursjúkrameldaðu seg, tó ikki í mai og allan juni, men serstakliga um vikuskiftið 9-11 juni.
Í stuttum sigur samlaða frágreiðingin, at Ljósmøðrafelagið hevur í nóg góðan mun víst á, at arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum ikki góðar, og at tað kann hava verið viðvirkandi til støðuna við nógvum sjúkrameldinum í mai og fyrst í juni mánaða.
Eisini verður mett, at fyrstu langtíðarsjúkrameldingar komu so langt eftir, at bygnaðarbroytingarnar vórðu gjørd á føðideildini, at tað ikki er talan um eitt stríðsstig, tá so nógvar langtíðarsjúkrameldingar komu fyri í mai og juni.
Tó var talan um eitt óheimilað stríðsstig, tá í vikuskiftinum 9-11 juni, at fimm ljóðsmøður meldaðu seg sjúkar uttan læknaváttan. Tað er eitt so tætt samanfall millum hesa hendininga og teldupostin, ið bleiv sendur til danska vikarstovu, har ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum vísa á vánaliga arbeiðsumstøðurnar. Gerðarrætturin metir, at Ljósmøðrafelagið ikki var nógv aktivt í vikuskiftinum 9-11. juni, tá ein akutt støða tók seg upp, at tryggja at sáttmálin og friðarskyldan var hildin.
Vit fegnast at ringur arbeiðsumstøðurnar blivu staðfestar
- Vit eru ótrúliga fegnar um, at Gerðarrætturin staðfestir, at arbeiðsumstøðurnar eru so ringnar sum tær eru. Vit fegnast eisini um, at tað verður staðfest, at tær sum eru sjúkrameldaðar við læknaváttanváttan, veruliga eru sjúkar og tær ikki verða noyddar at fara til arbeiðis, sigur Annika Hoydal, ljósmóður.
Hon sigur víðari, at tá Gerðarrætturin eisini átalar fakfelagið hjá ljósmøðrunum fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at fimm sjúkrameldingar komu knappliga 9. juni, so mugu tær taka tað til eftirtektar. Annika Hoydal sigur, at tað ávirkar ikki málið so nógv, tí tær, sum blivu sjúkar tað vikuskiftið, er farnar aftur til arbeiðis.
- Eg vil tó siga, at vit royndu semju til tað síðsta, men tað gekk so ikki. Tí endaðu vit í gerðarrættinum. Tað snúi seg ongantíð um at vinna ella tapa, men at fáa eitt stað at verða, sigur Annika Hoydal.