Niarn ger comeback tour

Hann kom brakandi inn á danska hip-hop pallin í 2004 og fekk gullplátu fyri sína deput-útgávu. Síðani komu enn fleiri hitt og eitt lív á yvirhálingarbreytini við óteljandi tímum á motorvegnum, í backstage hølum við lokkandi freistingum og veitslum til tann ljósa morgun. Hetta lívið fekk tó ein bráðan enda, tá Niels Roos (Niarn) hvarv í freistingum og misbrúki, sum í 2014 endaði við lívshóttandi fylgjum og einum túri á intensivari deild. Eftir hetta tagnaði røddin, men Niels Roos fótaði sær, og eftir óteljandi áheitanir ger hann nú - nógv ár seinni - comeback. 

 

Hansara fyrsta konsert í 2022 var útseld eftir fáum tímum, so vit gleða okkum til eitt show í heimsklassa, tá rapplegendan Niels Roos – betur kendur sum NIARN  – ger comeback á Okkara Voxbotn 25. juni 2022!   

 

Frammanundan er greitt, at Tobias Rahim, Hugorm, Boyzlife, Tungewaag, Reiley, Michael Learns to Rock, Rasmus Hagen, Brimheim og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

 

Keyp atgongumerki beinanvegin, tí sølan gongur skjótt nú! Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo

 

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema