Á brúnni á Norrønu
Jan Müller
Jørgen Niclassen, uttanríkisráðharri (A) og formaður í Fólkaflokkinum sigur, at Fólkaflokkurin stendur seg vanliga ikki val í veljarakanningum. Flokkurin fer aftur við 1,5% úr 20,1 niður í 18,6% og missir eitt mandat. Hetta er so ein av teimum frægu veljarakanningunum fyri Fólkaflokkin, síggja vit burtur frá, at flokkurin missir eitt mandat, tí afturgongdin hevur áður verið størri. –Man skal ikki taka hesa veljarakanningina av tungt. Samgongan hevur bert sitið eitt hálvt ár, og eg haldi, at allir tríggir flokkarnir hava roynt at fingið samstarvið á koyra meira enn at profilera flokkarnar. Tá vilja tað altíð henda forskjótingar. Tað er neyðugt at hava eina sterka samgongu fyri at klára tær tíðir, sum standa fyri framman. Har meta vit, at hesir tríggir flokkarnir eru besta borgan fyri tí. At hesir flokkarnir nú hava fingið eina minni afturgongd, førkar ikki tann veruleika, at flokkarnir hava eina velduga undirtøku samlað. Hon eigur tí at kunna halda fram.
Jørgen Niclassen sigur, at henda samgonga má halda fram, tí vit standa fyri torførum tíðum. -Eg havi gott mót um, at hesir tríggir flokkarnir megna at halda fram. Vit eru ein samgonga, og tað vit gera, tað mugu vit gera í felag, tí eiga vit eisini at verða løntir bæði í góðum og ringum, saman.