Tað var Nicolas Stauss, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sum legði fyri, og hann greiddi eitt nú frá marknaðarkanning fyri silda-og makrelúrdráttir, sum Tavan hevur gjørt í Týsklandi og Hálandi.

Nicolas Stauss legði fyri í Kongshøll

Í dag hevur Fiskimálaráðið skipað fyri framløgudegi í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Tað var Nicolas Stauss, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sum legði fyri, og hann greiddi eitt nú frá marknaðarkanning fyri silda-og makrelúrdráttir, sum Tavan hevur gjørt í Týsklandi og Hálandi.

Eins og undanfarin ár hevur Fiskimálaráðið í dag skipað fyri framløgudegi í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

 

Dagurin hevur vanliga verið hildin føstulávintsmánadag, men í ár hevur dagurin ístaðin verið í dag, fríggjadagin 24. februar.

 

Tað var nýggi fiskimálaráðharrin, Dennis Holm, sum beyð vælkomin og segði nøkur orð.

 

Hetta er ein dagur, har verkætlanarumsitarar og tess leiðarar leggja fram og greiða frá, hvat er komið burturúr tillutaðum møguleikum.

 

Úr Kongshøll verður sagt, at her hava fleiri forvitnisligar framløgur verið síðan klokkan 09 í morgun, og dagurin endar nú klokkan 14.40.

 

Tað var Nicolas Stauss, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sum legði fyri, og sagt verður, at hetta var ein sera forvitnislig framløga.

 

Virkisleiðarin greiddi eitt nú frá marknaðarkanning fyri silda-og makrelúrdráttir í Týsklandi og Hálandi.

 

Tavan í Leirvík hevur gingið á odda í meirvirking av sild, brislingi, og her hevur makrelur eisini verið skorin og virkaður til dýrari vøru.

 

Høvuðsframleiðslan hjá Tavuni hevur øll árini verið gulllaksafars, og gulllaksur verður veiddur og virkaður frá apríl til nakað út á heystið.

 

Hesa tíðina av árinum, nú fiskurin gýtir, plagar virkið í Leirvík eisini at keypa rogn, og tað hava tey gjørt á Tavuni í fleiri ár.

 

 

 

 

 

Tað var Nicolas Stauss, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sum legði fyri, og hann greiddi eitt nú frá marknaðarkanning fyri silda-og makrelúrdráttir, sum Tavan hevur gjørt í Týsklandi og Hálandi.