Tað plagar at vera Pitt og Jolie, ið ferðast kring heimin at hjálpa teimum fátøku, men nú fer Nicole Kidman eisini at fylgja rákinum. Hon og maðurin, Keith Urban, hava avgjørt at seta ein skúla á stovn í Haiti fyri at hjálpa teimum mongu vannlukkuraktu menniskjunum. Parið hevur 19 mánaðar gomlu dóttrina, Sunday, og vilja nú gjarna hjálpa øðrum børnum, ið ikki hava tað líka so gott sum Sunday.
-Vit hava ætlanir um at seta skúlan á stovn yvir eitt fimm ára tíðarskeið. Skúlin fer umframt hetta eisini at geva mat og heilivág, sigur Urban við útvarpsstøðina, CatCountry 96.
Skúlin fer at liggja í Port-au-Prince, og børnini fáa har eitt heitt máltíð hvønn dag umframt klæðir og heilivág.
www.kigind.dk