Nicolina vann fyrsta umfar av ársins songrødd

Tað var eingin ivi um vinnaran av fyrsta umfari í Ársins Songrødd, tí umframt at syngja væl var sekstan ára gamla Nicolina Magnussardóttir Midjord tann av luttakarunum, sum kom longst útum palltromina

SONGRØDDIN

Við Madonna sanginum "Like a virgin" hevði unga gentan úr Fuglafirði væl fatur á áskoðarunum, og tyktist bæði pallvand og fullkomiliga við uppá tað. At røddin so eisini var so sera góð, gjørdi sigurin enn meira sannførandi.

Kvøldið varð annars ein rættuliga blandað uppliving hjá teimum ikki heilt nógvu áskoðarunum, sum vóru komnir at lurta eftir songrøddunum. Men eisini hjá teimum sum framførdu. Alt ov ofta veittraðu tey til ljóðmannin, tí tey ikki hoyrdu seg sjálvan, og tey blivu við at veittra. Hetta er ikki nóg gott í eini sangkapping. Í einum mentanarhúsi við so góðum karmum, eigur tað at vera møguligt at geva einum sangara, sum syngur til tónleik á eini fløgu, gott ljóð.

Tíggju luttakarar vóru við: átta gentir og tveir dreingir. Fyrst á pallin var sekstan ára gamla Lydia Isaksen úr Søldarfirði. Hon sang sangin "Kald det Kærlighed" og salurin kókaði. Ja, áskoðararnir hoppaðu og sungu, so tað eina løtu var trupult at hoyra røddina hjá Lydiu. Men í staðin fyri at súgva orkuna frá áskoðarunum til sín, stóð Lydia og goymdi seg aftan fyri ein pappírslepa við tekstinum á.

Hon var merkt av nervum, og hetta hoyrdist eisini á sanginum. Røddin var annars frálík, minti ikki heilt sørt um Maluna Eyðunsdóttir. Arbeiðir hon við røddini, kann hon gerast sera góð. Men hetta kvøldið hevði hon ikki neyðuga teknikkin.

Mathilda Sivertsen var næst á pallin. Fimtan ára gamla hoyvíksgentan sang "Colours og the wind" úr teknifilminum Pocahontas. Hetta er ein sera vakur sangur, og tí varð tað rættuliga órógvandið fyri framførsluna, at áskoðararnir larmaðu so illa. Mathilda tyktist sjálvsikkur og pallvand, men sangtekniskt var ikki heilt í lagi. Hon hevði serliga trupulleikar við høgu tónunum. Hetta komst kanska av hennara trupulleikum við at hoyra nakað á pallinum.

Sekstan ára gamla Terja Jensen úr Sandavági var triðja gentan á pallin. Hon útstrálaði sjálvsálit, tá hon tolkaði "Think twice " á sín egna hátt. Tó manglaði røddin venjing og tyktist eitt sindur ótrygg í úttrykkinum, og hetta taldi niður.

Evi Halsdóttir fór síðan á Pallin, nítjan ára gamla gentan úr Søldarfirði "Sang don?t know why" hjá Norah Jones, við nógvari innliving, og góðari útstráling. Røddin tyktist í betri venjing enn hjá hinum. Dómararnir mettu eisini, at Evi var nóg góð til finaluna. Hon sang veruliga væl.

20 ára gamla Rebekka Thomassen úr Miðvági, var hóast hon ikki fekk finalupláss frálík, hon hevði sín heilt egna hátt at tulka "The Rose" hjá Bette Midler. Røddin var góð, men tyktist illa darva av ringum ljóði undir framførsluni, og hetta hoyrdist aftur í sanginum.

Einutjúgu ára gamla Argjagentan Hedavík N. Jespersen gjørdist nummar trý. Hon hevði góða rødd, og tolkaði sangin "My love is your love" á ein sera egnan og spennandi hátt. Hennara rokkkenda rødd lyfti sangin og klæddi honum. Hon sang rætt og slætt væl, og hevði gott samband við áhoyrararnar. Tað var tó sera ótjekkað, at hon gekk og mól við einum pappírslepa við tekstinum á.

Seytjan ára gomlu havnargentirnar Guðrun Magnussen og Ester Ster fóru saman á pallin at syngja "With arms wide open" hjá Creed. Tær tolkaðu sangin á ein sera avslappaðan hátt, uttan nøkur stór armsveiggj. Sangurin klæddi slettis ikki hendan kalda afturlenaða stílin, og gentirnar tyktust næstan at mangla innliving. Klæðini hjá Guðrun og Ester vóru veruliga kul, tær vóru sera gjøgnumførdar í stílinum sum rokkgentir.

Næstseinastur á pallin var sekstan ára gamli hoyvíkingurin Henry Berg, hann hevði sína heilt egnu tolking av "Come Undone" hjá Robbie Williams. Tó at røddin hjá Henry er serlig, so hevði tað verið gott, um hann sang eitt sindur reinari, hetta krevur meira venjing. Serliga hevði hann trupult við at syngja reint, tá hann leikaði ov illa í.

Seinastur á pallin var nítjan ára gamli Anfinn Danielsen úr Havn. Hann leikaði øðiliga illa í, og rann runt og dansaði til Red Hot Chilli Peppers lagið "Zephyr song". Hóast hann leikaði í var pallframførslan uttan nakað serligt samband við áhoyraran. Hann mest sum dansaði í síni egnu verð. Dansurin legði seg tætt upp at rørslunum hjá sangaranum í RHCP, tó uttan at smelta saman við tónleikinum, og heilt uttan at fanga áskoðaran. Lagið var dekan ov høgt til røddina hjá Anfinni, og tá hann so eisini leikaði í bar av. Røddin orkaði als ikki at raka røttu tónarnar.

Samanumtikið var úrslitið á sangkappingini at Nicolina vann, Evi gjørdist nummar tvey og Hedavík nummar trý, og hetta var uppiborðið.