Lagt er upp til hevndarinnar tíma mikukvøldið, tá Niðurlond møtast í Sao Paulo í Brasilia í HM-hálvfinaluni. Síðani 1974, tá Niðurlond veruliga trinu á altjóða fótbóltspallin hava liðini møtst fýra ferðir áður í einum HM-endaspæli. Talan er higartil um tveir niðurlendskar sigrar, ein javnleik, og ein argentinskan sigur. Argentinski sigurin er tó tann stóri prísurin, tí tað var í HM-finaluni á heimavølli í 1978, at Argentina vann á Niðurlondum.
Var Argentina rætti vinnarin?
Á teimum almennu yvirlitunum stendur at lesa, at Argentina vann HM finaluna í 1978 á Monumental leikvøllinum í argentinska høvuðstaðnum, Buenos Aires við 3-1, aftaná longda leiktíð. Støðan aftaná vanliga leiktíð varð javnleikur 1-1. Mario Kempes gjørdist tann stóra hetjan við tveimum málum í finaluni, sum varð leikt 25. juni í 1978. Tað eru tó tey, sum halda, at Argentina svikaði seg til HM-heitið. Tað sum serliga hevur vakt hesar illgitingarnar er millumspælið, sum tá varð brúkt. 16 byrjaðu í fýra bólkum. Tvey tey bestu liðini úr hvørjum bólki fóru víðari til tveir millumbólkar. Tað fall mongum fyri bróstið, at Peru tapti heili 0-6 ímóti Argentina í tí seinasta dystinum í millumbólki B. Eitt úrslit, sum gjørdi, at Argentina fekk ein betri málmun enn Brasil, sum ikki slapp í finaluna av somu orsøk. Sama heyst fekk stjórnin í Peru, sum eisini hevði hernaðarligt einaræðið eitt ógvuliga lagaligt lán frá hernaðarstýrinum í Argentina. Í hesari søguni liggur páhaldið um at svikað varð. Argentinsku HM-vinnararnir frá 1978 tvíhalda tó, at teir vistu einki um tað politiska myrkaspælið, sum var tá, men, at teir vóru bara fokuseraðir uppá at vinna HM-gullið á vøllinum. Og teir halda seg verða verdigar, ítróttarligar vinnarar av HM-gullinum í 1978.
Cruyff í 74 og Bergkamp í 98
Fýra ár frammanundan, í HM-endaspælinum í Vesturtýsklandi í 1974 møttust Niðurlond og Argentina í millumspælinum. Tá vunnu Niðurlond við einum sannførandi Johan Cruyff heili 4-0 á Argentina. Cruyff skoraði tvey mál í stórsigrinum á Parkstadion leikvøllinum í Gelsenkirchen. Liðini møttust eisini í HM-fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998. Tá 89 minuttir vóru leiktir varð støðan javnleikur 1-1 á Velodrome leikvøllinum í Marseille. Arsenal-legendan, Dennis Bergkamp fær eina sending frá Frank De Boer. Bergkamp, sum er staddur í argentinska brotssteiginum temur eina sending frá Frank de Boer. Talan er um ein langa sending frá miðjum vølli. Bergkamp temur bóltin við høgra fóti, ger ein “tunnil” , har hann fintar Roberto Ayala í argentinsku verjuni, og bankar bóltin við einari høgru uttaru síðu í netmeskarnar hjá Carlos Roa í argentinska málinum, og Niðurlond vinnur fjórðingsfinaluna 2-1. Málið verður mett at verða eitt hitt besta HM-málið nakrantíð. Í HM-endaspælinum í 2006 í Týsklandi vóru Niðurlond og Argentina í bólki saman, har tey samdust um ein 0-0 javnleik, har bæði liðini longu høvdu tryggjað sær víðari luttøku. Ein ungur Lionel Messi spældi við Argentina hendan dagin. Mikukvøldið klokkan 21 fáa vit so at síggja, um Niðurlond fáa hevnd fyri HM-finaluna í 1978, ella um Messi ger tað sama við Niðurlond, sum Mario Kempes gjørdi í HM-finaluni í 1978. Livst so spyrst?