Av grundleggjandi framleiðslufyritreytum er tað vert at vísa á, at føroyska lønarkappingarførið er batnað munandi í nítiárunum. Produktiviteturin er eisini batnaður. Gongdin í virkngini av fiski bendir eisini á positiva bógvin. Hóast tekin sostatt eru um, at tað gongur betri eru framvegis trupulleikar við at standa seg í kappingini. Tað er tí av sera stórum týdningi, at samsvar framhaldandi verður millum kostnaðargongd og produktivitetsgongd.
Hóast hetta er tað greitt, at gongdin ikki er haldgóð av trimum høvuðsorsøkum.
1. Avkastið í stórum pørtum av fiskivinnuni bæði á sjógvi og á landi, er ov lítið til at kunna endurnýggja framleiðslutólini.
2. Fiskastovnarir undir Føroyum verða í løtuni troyttir til tað ýtarsta. Tí fer fiskiskapurin at fylgja fult út við skiftinum í tí lívfrøðiliga grundarlagnum, sum fyrr ella senni fer at koma.
3. Niðurslitin tól bæði hjá tí privata og hjá tí almenna, fara at krevja útskiftini tey komandi árini og fara harvið at seta krøv til fíggjarorkuna bæði í vinnuni og hjá tí almmenna.
Skal fiskidagaskipanin virka, so hon tryggjar kostnaðareffektivitet og samstundis verjir stovnarnar, so má fiskidagatalið minkast munandi, eins og full umsetiligheit má vera millum skipini. Fyri at verja einstøk fiskasløg kann eitt avgjald á veiðini av hóttum fiskasløgum vera við til at tryggja, at stovnsrøktin verður nóg góð.
At enda verður í frágreiðingini víst á, at hóast afturgjaldingin av landskassaskuldini nú er komin í eina fasta legu, og skuldin og rentuútreiðslurnar eru minkaðar munandi, eiga almennu kassarnir framvegis at stíla móti at spara upp í góðum árum. Hetta bæði fyri at megna at gera neyðugar íløgur, fyri at minka um skuldina, sum framvegis er stór, og fyri at sleppast kann undan beinanvegin at tátta so nógv í, um búskapurin er fyri bakkasti.