Niels Arge heldur fram sum formaður

Greitt er, at Niels Arge Galán heldur fram sum formaður í Samskifti, eftir at nevndin hevur havt sín fyrsta nevndarfund eftir, at aðalfundur var í felagnum 8. april .


Á aðalfundinum tók Gunvá við Keldu ikki við afturvali, og í hennara stað varð Allan Dalsgarð valdur í nevndina.
Sostatt er nevndin nú mannað við Niels Arge Galán, Michael Koba, Tór Verland Johansen og Allan Dalsgarð.


Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin valdi nevndin at halda fram sum áður. Sostatt heldur Niels Arge Galán fram sum formaður, og Michael Koba sum næstformaður. Tað skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.