Sunnudagin endaði stóra árliga súklukappingin, Statoil kring Føroyar, eftir at súklað hevði verið í fimm dagar. Tilsamans hava súklararnir lagt okkurt um 330 kilometrar aftur um seg, og tá ið komið var á mál við Statoil-støðina í Gundadali sunnudagin, var tað Niels Jakob Thomsen, sum streyk avstað við samlaða sigrinum.
Tvídystur millum Niels Jakob og Gunnar
Allar hesar dagarnar, ið súklað hevur verið, hevur tað víst seg, at talan fyrst og fremst hevur verið um ein tvídyst millum teir báðar Niels Jakob Thomsen og Gunnar Dahl Olsen um, hvør ið skuldi fara avstað við sigrinum.
Teir báðir hava allar dagarnar verið millum tríggjar teir fremstu á mál við undantaki av sunnudegnum, har teir saman við Niels Bay Petersen kappaðust um triðjaplássi aftan fyri Boga Kristiansen og Gunnlaug Jónasson.
Fyrsta dagin í kappingini var ein einkultstartur súklaður í Klaksvík, og her vann íslendingurin Gunnlaugur Jónasson við teimum báðum Gunnar og Niels Jakob beint aftan fyri seg. Næsta dagin var súklað í Eysturoynni, og tá eydnaðist tað Gunnari Dahl Olsen fyri fyrstu og einastu ferð í kappingini í ár at vinna ein tein, tá ið hann kom á mál saman við Niels Bay Petersen, men føroyingurin hevði tó munin. Hendan dagin gjørdist Niels Jakob triðjur í kappingini.
Einki varð avgjørt fyrr enn í síðstu løtu
Undan einkultstartinum á Sandoynni fríggjadagin hevði Gunnar Dahl Olsen lagt seg á odda í samlaðu kappingini við einari leiðslu upp á tíggju sekund niður til Niels Jakob Thomsen, men á 21 kilometra langa teininum á Sandi vann hálvi hvalbingurin sær fyrstaplássið aftur. Niels Jakob Thomsen vann einkultstartin, og hann var 16 sekund framman fyri Gunnar Dahl Olsen, sum gjørdist nummar tvey. Sostatt fekk Niels Jakob nú aftur leiðslutroyggjuna, men munurin niður til Gunnar var ikki stórur, einans seks sekund.
Spenningurin var tí stórur undan næstseinasta teininum, sum bleiv súklaður í Suðuroynni leygardagin. Teinurin var 77 kilometrar til longdar, og tí var møguleiki fyri, at onkur av súklarunum kundi gera ein vørr og kanska fáa eina avgerðandi leiðslu, men so var ikki. Hóast Gunnar Dahl Olsen gjørdi eina roynd og leingi lá einsamallur á odda, bleiv hann innheintaður av Niels Jakob Thomsen fáar kilometrar, áðrenn komið var á mál, og Gunnar noyddist enntá at síggja hálva hvalbingin vinna teinin við trimum sekundum, soleiðis at Niels Jakob styrkti støðu sína í samlaðu kappingini.
Níggju sekund eru tó einki at tosa um í súklukappingum, og tí var einki avgjørt undan seinasta teininum, har súklað varð úr Tjørnuvík til Gomlu Rætt og aftur til Havnar, har ein finaluteinur bleiv súklaður.
Bogi vann endabrestin
Eitt sindur óvæntað var tað kanska, at føroyski veteranurin, Bogi Kristiansen, streyk avstað við sigrinum á seinasta teininum. Teir báðir Niels Jakob Thomsen og Gunnar Dahl Olsen vóru kanska dekan ov taktiskir og hugsaðu mest um, hvar teir lógu í mun til hvønnannan, og tað gav øðrum súklarum møguleikan til at fara avstað. Bogi Kristiansen og íslendingurin Gunnlaugur Jónasson gjørdu sær dælt av hesum møguleika, og kappingin um sigurin á seinasta teininum stóð tí millum teir báðar. Munurin var sera lítil, men tá ið teir nærkaðust málstrikuni við Statoil-støðina í Gundadali, var Bogi eitt lítið vet framman fyri íslendingin, og tískil kundi skálamaðurin ogna sær enn ein sigur í stóru føroysku súklukappingini, sum hann áður hevur vunnið.
Bíðað var við spenningi eftir, at tríggir teir fremstu súklararnir í samlaðu kappingini, Niels Jakob Thomsen, Gunnar Dahl Olsen og Niels Bay Petersen, fóru at koma á mál, og um tað fór at eydnast Gunnari at stríða seg tey neyðugu níggju sekundini fram um Niels Jakob, soleiðis at hann kundi fáa samlaða sigurin. Skjótt gjørdist tað tó greitt, at teir tríggir lógu púra javnir, og lítið bendi á, at nakar kundi sleppa avstað frá hinum. Gunnar gjørdi onkra roynd, men ikki bar til, og tískil komu teir tríggir púra javnir um málstrikuna. Hetta merkti samstundis, at Niels Jakob Thomsen vann samanlagt, og tískil kann rópa seg vinnara av Statoil kring Føroyar 2004.
Hjá teimum ungu vann islendingurin Anton Ørn Elfarsson, og hann gjørdi ikki mætari enn at vinna allar tríggjar teinarnar. Fjallatroyggjuna vann Niels Bay Petersen.