info
Ongi úrslit

Niels Juel vann silvur við EM-Masters í vektlyfting

Við europameistarastevnuna í vektlyfting fyri masters, eydnaðist Niels Juel Arge at vinna silvur í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kilo, skrivar Styrkisamband Føroya

Tróndur Arge
23. august 2022 kl. 14:19

Við europameistarastevnuna í vektlyfting fyri masters, sum hesa vikuna er í býnum Raszyn uttanfyri Warzsawa í Póllandi, eydnaðist Niels Juel Arge úr Havn í gjár at vinna silvur í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kilo, boðar Styrkisamband Føroya frá í tíðindaskrivi.

Kappingin stóð serliga við svenskaran Lars Ekman, sum á yngri árum var ein av bestu svensku vektlyftarunum og í gjár vann gull, og grikkan Dimitrios Tzimas, sum í gjár vann bronsu. Niels Juel lyfti 197 kilo samanlagt; 80 kilo í trekk (snatch) og 117 kilo í stoyt (clean and jerk).

Stoytið á 117 kilo er føroyskt met vektbólkinum 109+ kilo í opnum bólki og í masters 55-59 ár. Hetta lyftið í stoyt var samstundis tað besta í hesum bólkinum í gjár, men sviin lyfti meira í trekk, samtundis sum Niels Juel fekk kolldømt 86 kilo lyft í trekk.

Masters kappingar í vektlyfting eru vælumtóktar, og hava verið hildnar síðani 1991. Í fjør var kappingin í Hollandi og komandi ár í Írlandi. Samanlagt luttaka 565 luttakarar, 220 kvinnur og 345 menn úr 30 londum í ár. Russland luttekur ikki hesaferð og fáir ukrainar.

Føroyar eru limir í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni NWF, men ikki enn í europeiska EWF og altjóða IWF. Niels Juel luttók tí í hesi kappingini vegna Danmark og danska felagið AK Atlas í Slagelse. Tó við Merkinum um hálsin við heiðursmerkjahandanina. Fyrr í ár vann hann DM-Masters.

Føroya Styrkisamband hevur í løtuni umsóknir um limaskap inni hjá EWF og IWF, og ábendingar eru um, at IWF og EWF fara at brúka sama leist sum NWF. Tað vil siga at flokka Føroya sum eitt sonevnt ‘ítróttarland’ og síðani geva Føroyum fullan limaskap. 

Kappingarnar verða stroymdar.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

44 minuttir síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

2 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

4 tímar síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

4 tímar síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

7 tímar síðan