Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS og virkin vinnulívsmaður í Føroyum, sum ígjøgnum felag sítt Sp/F NM Holding hevur sett pengar í danska felagið Frihedsbrevet, sum kendi journalisturin úr Danmarks Radio, Mads Brügger, hevur stovnað.
At felagið nú stovnar deild í Føroyum við fyrrverandi kringvasjournlistunum Barbaru Holm, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam, hevur Niels Mortensen einki við at gera, sigur Niels Mortensen.
– Søgan er tann, at Mads Brügger ringdi til mín ein dagin og spurdi, um eg eg var áhugaður í at koyra pengar í Frihedsbrevet. Og eg havi verið í samskifti við teir í eina tíð, hetta er nokso langsíðani, tað stóð í Ekstrablaðnum, øll vita tað, sigur Niels Mortensen, og sipar til grein í Ekstrablaðnum 6. mai í ár.
Hann greiðir frá, at helt, at businessplanurin hjá Mads Brügger var sera áhugaverdur.
– So ja eg havi sett pengar í Frihedsbrevet, 1,5 milliónir krónur, sigur Niels Mortensen.
Og hann heldur fram:
– Tað sum verður gjørt í Føroyum, tað verður gjørt via Danmark, og eg havi einki við tað at gera, eg eri ikki partur av tí. Eg eri partur av tí, sum eitur Frihedsbrevet, sum so eigur tann partin, sum er í Føroyum, sigur Niels Mortensen.
Hann leggur dent á, at hann hevur einki við dagliga raksturin at gera.
Barbara Holm, sum er blaðstjóri á Frihedsbrevet.fo, sum miðilin eitur á donskum og framhaldandi fer at eita í Føroyum, sigur, at talan er um ein gravandi og valdskritiskan og óheftan miðil. Og sjálvt um ein av størstu vinnulívsmonnunum í Føroyum eigur um 10 prosent av danska felagnum, sum eigur miðilin, so skal hann ikki á nakran hátt vænta sær at sleppa lættari enn onkur annar valdspersónur í Føroyum, segði Barbara Holm við Kringvarpið í morgun. Hon segði eisini, at Niels Mortensen hevur skrivað undir uppá, at hann ikki fer at blanda seg upp í tíðindaflutningin.
Hon sigur, at miðilin fer ikki at lesa veðurtíðindi og oljuprísir, men fer at hava væl gjøgnumarbeiddar journalistiskar søgur, nakrar fáar og góðar gjøgnum dagin.
Tey selja ikki lýsingar, so lýsarar kunnu órógva óheftnið, og tey søkja ikki um miðlastuðul.
Tey eru í allar mátar ein valdskritiskur miðil.
– Eg tími ikki at vera bundin at nøkrum ásetingum frá onkrum tilvildarligum landsstýrismanni í mentamálum, segði hon.
Sjálvt um Niels Mortensen einki segði um hetta lyftið, hann hevur givið Barbaru Holm við síni undirskrift um ikki at blanda seg tað redaktionella innihaldið, so sigur hann tó, at hann einki hevur við tað dagliga hjá miðlinum í Føroyum at gera.
Talan er um eitt danskt felag, sum eitur Frihedsbrevet, sum startar upp í Føroyum.
– Hetta er so ófarligt sum tað, at eg eri ein íleggjari, sigur Niels Mortensen.
Eg havi skotið 1,5 milliónir krónur í, tað svarar til eini 5-10 prosent.
– Eg haldi, at vit eru 10 eigarar. Teir sum startaðu tað upp hava skotið meira í enn eg, eg eri kom við í øðrum umfari. Eg síggi tað sum ein businessplan, ikki meira enn tað, sigur Niels Mortensen.
Sambært Ekstra Bladet er talan um níggju íleggjarar, sum skutu nýggjar pengar í fyritøkuna í maimánaði.
Teir settu tilsamans 13,7 milliónir krónur í felagið.
Hesir eru íleggjararnir:
Íleggjarar |
krónur |
prosent |
Denis Jean Jørgen Viet-Jacobsen |
5.000.000 |
36,5 |
Jannik Kruse Petersen |
2.000.000 |
14,6 |
Henning Kruse Petersen |
1.500.000 |
11,0 |
Mikkel Bülow-Lehnsby |
1.500.000 |
11,0 |
Niels Heini Mortensen |
1.500.000 |
11,0 |
Henrik Juul & Lene Winum Juul |
1.000.000 |
7,3 |
Christian Paulsen |
1.000.000 |
7,3 |
Jesper Theil Thomsen |
107.926 |
0,8 |
Max Cantor |
75.000 |
0,5 |
13.682.926 |
100,0 |
Greinin í Ekstra Bladet um nýggju íleggjararnar hjá Mads Brügger kann lesast her