Niels Pauli og Steintór í Hvalba

Ísfiskatrolararnir, Niels Pauli og Steintór, sum partrola, hava landað í Hvalba. Tað var fiskavirkið í Hvalba, TG Seafood, sum keypti fiskin.

Niels Pauli og Steintór høvdu stívliga 200.000 pund, meginparturin av veiðini var upsi, sum skipini fingu á Munkagrunninum.

- Skipini eru longu farin nýggjan túr, skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.