Selma Hansen, ið hevur starvast sum roknskparleiðari hjá Nes kommunu síðan 2009, hevur fingið játtað farloyvi í eitt ár frá 1. mai at rokna.
Býráðið í Nes kommunu hevur sett Niels Peter Bech, ið er búsitandi í Søldarfirði, sum avloysara fyri Selmu.
- Niels Peter hevur drúgvar starvsroyndir, eisini innan bókhald og roknskap, siga tey í Nes kommunu.
Niels Peter Bech byrjaði í starvinum í morgun, har borgarstjórin, Súni í Hjøllum, bjóðaði honum hjartaliga vælkomnum.
Á myndini omanfyri eru Selma Hansen, Súni í Hjøllum og Niels Peter Bech, sum nú avloysir Selmu í eitt ár.