Niels Petur Nolsøe, NePtuN:Ein vakur morgun kann røra nógv í sinninum

Undir mongum tátti og mongum vøkrum sangi stendur skaldanavnið NePtuN. Handan navnið fjalir seg Niels Petur Nolsøe, lærari í Vági og tá vágbingar koma saman til gaman, stendur NePtuN undir stórum parti av sangunum í sangheftinum

Dagfinn Olsen


Vit hittu Niels Petur í hugnaligu húsunum vestri í Bø í Vági, har seyður, høsn og hundar tóku ímóti og vit spurdu fyrst, nær hann byrjaði at yrkja. - Tað var meðan eg gekk á læraraskúla í Havnini frá 1964 til ?69, greiðir Niels Petur frá. Har vóru fleiri, ið royndu seg og vit góvu blað út, Snarljós, og so royndi ein jú at yrkja til blaðið, men eisini til veitslur og annað, ið var á læraraskúlanum. Soleiðis byrjaði tað spakuliga og síðani hevur tað bara útviklað seg, sigur Niels Petur.


Stuttleiki og skemt

- Tað var mest tílíkt, sum vit høvdu til stuttleika og og skemt okkara millum á læraraskúlanum. Og so róðu vit kapp eisini, vit leigaðu Fuglfirðingin, og har komu fleiri vísur burturúr.

Seinni kom eg suðuraftur og tað byrjaði so smátt við nýggjárshaldinum tá. Síðani kom klubbin, og har vóru mangar góðar veitslur, veðraveitsla og annað tílíkt. So bleiv ein hangandi og hetta at yrkja bleiv fastur táttur í lívinum, kann ein siga, eins og tað at undirhalda og skriva tættir til veðraveitslu, sperlaveitslu og nýggjársskemt, sigur Niels Petur. Hevur hetta at yrkja so fyri ein stóran part verið partur av skemti og undirhaldi?

-Ja, tað mesta hevur verið til undirhald og seinni, tá alt kom í fastari rammur, so byrjaði ein at skriva niður ígjøgnum árið, tá okkurt skemtiligt hendi, so ein hevði tað at taka til, tá veitslur og annað kom fyri.


Kenslumenniskja

Hevur tú yrkt annað, enn tættir og skemtivísur? -Ja, eitt ótal av føðingardagssangum, brúdleypssangum og konfirmatiónssangum, sum ein verður biðin at gera fyri fólk. Bara tað man fylla uppí eini tvey ringbind, greiðir Niels Petur frá.

- So havi eg eisini týtt nógv, millum annað ymiskt fyri kórið Ljóm, og so havi eg yrkt sálmar, onkran morgunsálm og onkra fosturlandsyrking eisini. Tað er kanska farið meira tann vegin nú tey seinnu árini, sigur Niels Petur. Hvat gevur íblástur?

- Eg eri kenslumenniskja. Ein vakur morgun kann røra nógv í sinninum og geva íblástur og so er bara at fáa fest á blað tað ein sær og hoyrir í náttúruni, tí tað er nóg mikið av slíkum og nógvar góðar løtur eru, sigur Niels Petur.

- Og eg eri sjálvandi tíðliga uppi um morgnarnar, tí eg havi nógv, ið skal fóðrast, áðrenn eg fari frá húsum, sigur Niels Petur skemtandi. Hevur tú nakra fyrimynd, ella nakran høvund, tær dámar væl at lesa?

- Eg veit ikki um fyrimynd rættiliga, men mær hevur dámt væl at lisið tað hjá Janusi og Pól F dámar mær sera væl, eg havi lisið hann upp í saman fleiri ferðir. Hann er so rámandi. Teir báðir hava óivað ávirkað meg, uttan at eg havi lagt meg eftir tí, sigur Niels Petur.

Sangurin um Vágsbygd er væl móttikin. Hvat er søgan aftanfyri?

- Ja, tað var nú meira spontant, sigur Niels Petur. Eg hevði gingið við tí í huganum eina tíð og var so í eini knappari vending biðin um at koma at undirhalda vesturi á Vágseiði. Eg setti meg so við skrivimaskinuna og yrkti hann beinleiðis uppá maskinuna, uttan kladdu, men hetta var sjálvandi nakað, sum var gjøgnumhugsað, meðan eg hevði gingið og putlað við ymiskt. Men tað lá raðið fyri og yrkingin var skjótt gjørd.


Táttamentanin

Hvussu eru annars treytirnar viðvíkjandi táttayrking, eru mørk?

- Tað eru avgjørt mørk og har haldi eg, at eg havi verið heppin, at eg eri ikki farin um mark. Sjálvandi skal tað vera stuttligt, tá ein yrkir um onkran og ikki skal farast ov nær inn á viðkomandi, so høvuðspersónurin í táttinum eisini kann flenna við, heldur Niels Petur.

Er tað hent, at onkur hevur tikið sær nær?

- Okkurt gleps er komið, men nei, tað hevur ikki havt nógv uppá seg og tað hevur lagað seg aftur.

Hvussu hevur táttamentanin tað í dag, hon blómaði jú í sjeytiárunum við V4-skemtisendingum og øðrum?

- Um vit fara aftur til Nólsoyar Páll og Sjóvarbondan, so er tað jú broytt so nógv. Tá var stílurin ein annar, tað var jú í kvæðastíli, men tá V4 kom, tá tók hetta við táttayrking seg uppaftur og eg haldi sjálvur tað var stuttligt, at farið varð at syngja tættir til kend løg. Tað gav teimum meira lív og teir gjørdust mangan fólkaogn og komu út á bandi, plátu og fløgu, sigur Niels Petur, ið annars harmast, at nógvar av góðu kreftunum frá teirri tíðini ikki eru longur.

Teir fækkast, teir ið vóru góðir tá, t.d. Oskar og Tongla Tummas og nógvir aðrir góðir menn, men tað er stuttligt, at vit eiga hesa mentan, henda arv, tí tað er avgjørt virði og undirhaldsvirði í hesum, sigur Niels Petur, ið eisini hevur latið mangan táttin til Útvarpið.

- Tá eg fylti 50 ár fekk eg einar 40 tættir í føðingardagsgavu frá Robert (McBirnie, blm.), sum hann hevði gjørt sær ómak at savna í Útvarpinum, og tað eru nakrir komnir afturat síðan tá.

Er táttamentanini lív lagað?

- Tað vildi eg mett. Eg vóni, at tað her í Vági vera yngri kreftir, ið taka við, tá vit blaka frá okkum, so nýggjársskemt og tílíkt heldur fram. Vónandi stingur onkur seg upp, sum hevur evnir og tað eru óivað fleiri, sum bara ikki halda seg til. Vónandi doyr hetta ikki út, sigur Niels Petur, sum metir seg hava eini 4-5 ringbind av tættum og yrkingum, harav nógv bert er framført einaferð.


Vágbingar hava

tikið NePtuN til sín

NePtuN hevur úr at gera og fleiri bíða í hesum døgum eftir einum sangi frá honum til føðingardagar ella brúdleyp.

Hann hevur einki givið út, tí nógv av tilfarinum er lokalt og tungt er eisini at fara undir útgávu. Tó hevur hann skrivað um onkran tátt og søguna aftanfyri, tá blaðið Suðuroyggin kom út og nú heldur hann fram við hesum í Sunnantíðindi.

Tað er nakað í sama stíli, sum tað T.ongla Tummas gav út, Háfjalssólin og Hostasevjan, við frágreiðingum og tættum, sigur Niels Petur

- Men tað fløvar, at vágbingar hava tikið so væl undir við nógvum av tilfarinum, ið nærum er fólkaogn og sum verður nýtt hvørjaferð fólk koma saman. Tað er stuttligt, sigur Niels Petur.


Kappróðrarhugaður

Jóansøkan nærkast og Niels Petur sigur seg halda jóansøkuna, sum vanligt. - ??Ymiskt er at fara til, umframt at fólk kemur á gátt. Áhugin fyri kappróðri er enn til staðar og hansara partur liggur ikki eftir, tá tað kemur til kappróður.

- Eg róði fyrstu ferð í 1958 og róði so øll árini til á ólavsøku 1974, so tað eru nøkur áratøk, sigur Niels Petur, sum enn ikki hevur slept kappróðrinum heilt.

-Eg eri fastur máldómari, so óivað verði eg at síggja har undir kappróðrinum á jóansøku, sigur Niels Petur Nolsø.