Níggju føroysk línuskip fiska í íslendskum sjógvi

Meginparturin av føroyska línuskipaflotanum er til fiskiskap í løtuni, harav tey flestu eru í íslendskum sjógvi.

Í løtuni eru trý stór og eitt minni ísfiskalínuskip til fiskiskap. 

 

- Eitt av ísfiskaskipunum er í íslendskum sjógvi, men ivasamt er, um hetta skipið landar í næstu viku. Hini øll eru undir Føroyum og koma inn at landa í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at línuskipini sum heild fáa mest av toski, hýsu og longu.

 

Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini níggju frystilínuskip til fiskiskap. Eitt er í føroyskum sjógvi, og hini átta fiska í íslendskum sjógvi.

 

- Streymurin fer at batna, sum næsta vika gongur, men veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri, verður lagt aftrat.