Níggju fólk í lívs­vandi eft­ir knív­álop í Lond­on

Í gjárkvøldið vórðu fleiri fólk stungin í einum toki, sum var á veg til London.

 

Talan var um eitt tok, sum var á veg úr Doncaster til London, tá løgreglan klokkan 19.42 fekk fráboðan um, at fleiri ferðafólk vóru stungin.

Løgreglufólk skundaðu sær til tokið og fóru umborð á tokið, har tey handtóku tvey fólk.

Tíggju fólk eru innløgd á sjúkrahús. Níggju av teimum verða hildin at vera í lívshóttandi støðu.

Løgreglan hevur valt at flokka tað sum eina 'stóra hending' og embætisfólk frá yvirgangsdeildini eru komin við í kanningina.

Enn er ikki greitt, hvat motivið hjá illgerðarfólkunum hevur verið. Greitt er heldur ikki, um ofrini vóru tilvildarlig ella varliga vald av gerningsmonnunum.

Og enn er heldur ikki greitt, hvørji tey bæði handtiknu fólkini eru og um tey bæði vóru við í kníválopinum.