Níggju frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni

- Streymurin batnar, og vit rokna við, at nakað verður av útróðri eftir páskir, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap, og bæði skipini koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Ísfiskalínuskipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men fiskiskapurin er smáligur, verður sagt.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógv, fýra í Eysturgrønlandi, og tvey fiska undir Føroyum.

 

- Streymurin batnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður helst brúkiligt.

 

Á Fiskamarknaði Føroya rokna tey við, at nakað verður av útróðri eftir páskir.