Níggju koronu-tilburðir í gjár

Í løtuni eru 92 fólk smittað við koronu í Føroyum.

 

Nýggjastu tølini á korona.fo siga, at tilsamans níggju tilburðir við koronu vórðu staðfestir í gjár. 

 

Í løtuni eru 220 fólk í sóttarhaldi, og talið av smittaðum í Føroyum er 92.

 

Allar koronu-kanningar til og við í gjár, 14. oktober, eru taldar við í nýggjastu uppgerðini, sum júst er dagførd.

 

Og seinsta samdøgrið vórðu 729 koronu-kanningar gjørdar.

 

Øll eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum. Samstundis, sum níggju tilburðir eru staðfestir aftrat, eru 11 fólk vorðin frísk aftur.