Níggju tilburðir í gjár

Í gjár vórðu 9 nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Tvey teirra fingu staðfest smittuna við kanning við komu til landið. Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning fimm dagar eftir komu til Føroya. Hini seks eru smittað í Føroyum. Fimm teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu ein persónur er smittaður. 

 

Í løtuni eru 133 persónar smittaðir við Covid-19.