Myndirnar tók Faroephoto

Níggjunda jólatræið úr Reykjavík

Tað er siðvenja, at Reykjavíkar býráð sendir jólatræ úr Heiðmørkini uttan fyri Reykjavík til Havnar í november.

Myndirnar tók Faroephoto

Træið varð plantað í 1960 og siðvenja er, at borgarstjórin í Reykjavík undir lítlum hátíðarhaldi er við til at fella træið, sum Eimskip síðan flytir til Føroya. Samstundis verður træið til Austurvøll í Reykjavík felt.

 

Leygardagin seinnapartin tendraði jólatræið á tinghúsvøllinum. Anne Mette Greve Klemensen legði fyri. Síðan bar Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, heilsan úr Íslandi, og aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu.

 

##med2##

 

Hetta er níggjunda árið, at Havnin fær jólatræ sum gávu frá Reykjavíkar kommunu. Tað var í 2013, at Reykjavíkar býur á fyrsta sinni sendi eitt stórt jólatræ. Umboð fyri Reykjavíkar býráð hava verið til staðar á hvørjum ári, tá træið verður tendrað, undantikið í fjør, tá onki hátíðarhald var orsakað av koronastøðuni.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Myndirnar tók Faroephoto

Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, bar eina heilsan úr Íslandi